Listaverkini á veggunum í gamla posthúskjallaranum í Varpinum verða nú almannakunngjørd!
Yvir summarið hava fimm listakvinnur prýtt veggirnar í tónleikagongini í gamla Posthúskjallaranum.
Talan er um, Duritu J. Danielsen, Duritu Mohr Askham, Guðrið Jacobsen, Leu J. Magnusmørk og Margrethu N. Hansen, sum hava málað hvør sín veggjamálning.
Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku í kjallaranum í Varpinum – hóskvøldið 22. september kl. 19:30.
Eisini verður møguleiki at keypa sær okkurt listaverk, hesar somu listakvinnur hava málað.
Signhild V. Johannesen flytur fram røðu, og Pætur við Keldu spælir góðar tónar á klaverið.
Eisini verður boðið kaffi og okkurt søtt til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Við listakvøðu
Nevndin í Norðoya Listafelag




