Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bindigleði og góður felagsskapur á Hotel Norð

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Tað eru skjótt 23 ár síðan, at Bjørghild Djurhuus tók stig til at skipa fyri bindiskeiði á Hotel Norð á Viðareiði.

Eg spurdi hana, hví júst Hotel Norð bleiv staðið, har bindiskeiðini skuldu haldast.

– Tað er ongastaðni í Føroyum so væl egnað at hava bindiskeið sum á Hotel Norð, var stutta svarið hjá Bjørghild Djurhuus.

– Vit eru fyri okkum sjálvar og sleppa at nýta alt hotellið. Útsýnið er einastandandi, og bygdin er friðsæl og framúr vøkur.

– Starvsfólkini á hotellinum eru serstakliga blíð og fyrikomandi, og vit fáa sera góðan mat.

Nógv forkelaðar á Hotel Norð

– Vit verða nógv forkelaðar á Hotel Norð. Vit fáa góðan morgunmat, nátturða, kaffi og heimabakstur og góðan døgurðamat. Vit hava ikki meira enn sagt manga takk, so er matur aftur á borðinum, sigur Bjørghild smílandi.

– Onkur hevur tikið skemtandi til, at fóru vit upp á eina vekt, dagin vit komu norður, og so aftur upp á vektina, tá ið vit fóru avstað aftur, so høvdu allar óivað lagt til merkis, at minst 2 kg vóru komin uppá.

Kvinnurnar elska at binda

– Kvinnur koma úr øllum landinum á bindiskeið og eru í øllum aldri.

Hóast evnini at binda eru ymisk, og allar binda eftir førimuni, so hava tær tað til felags, at tær elska at binda á maskinu.

– Líka so ymiskar sum kvinnurnar eru – ungar sum eldri, líka so ymiskar eru bindimaskinurnar, tá ið talan er um dygd og prís. Hóast hetta er eingin kapping á nakran hátt.

– Eingin undirvísari er á skeiðnum, men eg plagi at siga, at tað er als ikki neyðugt. Í roynd og veru eru vit 40 undirvísarar. Vit fáa góð hugskot og læra nógv av hvørjari aðrari, sigur Bjørghild.

Stemningurin góður

-Stemningurin er altíð lættur og hugnaligur, tá ið vit binda. Vit ganga runt og hyggja, hvat hvør bindur, og geva okkara vitan víðari og verða inspireraðar hvør av aðrari.

– Tær flestu, sum koma á bindiskeið, gista á hotellinum. Summar koma eisini bara fyri at slappa av og leggja ikki so nógv í, um tær ikki binda so nógv. Tær fáa onkur góð bindihugskot heim við, njóta tann góða stemningin, tann góða matin og bara hugna sær.

– Vit hava eisini ein bólk á facebook, har vit t.d. deila uppskriftir og leggja okkurt plagg út, sum vit hava bundið.

Nógv drasl

Bjørghild sigur skemtandi, at tá ið farið verður á slíkt bindiskeið, er so nógv drasl við, at tað er næstan sum at flyta heimanífrá.

– Tað krevur, at man hevur ein bil við nógvum plássi. Nógv er, sum skal stúvast inn í bilin: stólar, borð, bindimaskina, tógv og alt tilhoyr, sum nú einaferð fylgir við. Alt hetta fyllir serstakliga nógv.

Vinarbond verða knýtt

Nógvar hava gingið til binding í mong ár, og tí kennast vit heilt væl. Nógv góð vinarbond eru eisini knýtt hesi árini. Vit fylgja við í lívinum hjá hvørjari aðrari, summar hava mist mannin, onkur hevur verið sjúk o.a., so umframt at vit hava tað ótrúliga stuttligt og hugnaligt saman, so hava vit eisini tær meira djúpu og persónligu samrøðurnar, og hava umsorgan fyri hvørjari aðrari. Bindiskeiðið hevur tí eisini ein sosialan týdning, sigur Bjørghild.

Hotel Norð stendur nú fyri bindiskeiðunum

– Eftir at hava skipað fyri bindiskeiðum í næstan 23 ár, eri eg givin. Nú er tað Hotel Norð, sum stendur fyri øllum. Eg hjálpi tó fegin til og standi altíð klár við góðum ráðum, um tey hava brúk fyri tí. Tvey bindiskeið eru vanliga um árið. Eg taki ofta sjálv lut í fyrra skeiðinum.

Bjørghild heitur á yngri kvinnur um at koma við á bindiskeið

Nú bindiskeiðini hava mong ár á baki, og trúgvu luttakararnir eru farnir at eldast, heldur Bjørghild tað vera sera umráðandi at fáa yngri kvinnur at melda seg sig til.

– At tær ikki halda seg duga nóg væl at binda, eigur ikki at verða ein foring, heldur Bjørghild. Tær skulu bara møta upp við einum opnum sinni. Hjálp og góð ráð skulu tær yngru og óroyndu nokk fáa frá hinum.

Vælkomnar á skeið næsta ár

Bindiskeið eru aftur á skránni tann 9. og 16. september næsta ár á Hotel Norð á Viðareiði. Tilmeldingin til skeiðini fer fram á booking@hotelnord.fo .

– Mín vón er sum sagt, at undirtøkan aftur verður góð, og at nógvar yngri kvinnur eisini fara at melda seg til, sigur Bjørghild Djurhuus at enda.