Fríggjadagin verður Sjóvinnuhúsið á tremur við gransking, forvitni og upplivingum, tá dyrnar verða latnar upp til 19. vísindavøkuna, ið Granskingarráðið skipar fyri saman við føroysku granskingarstovnunum. Granskarar frá øllum stovnum standa til reiðar at vísa stórum og smáum tað nýggjasta úr føroyska granskingarheiminum.
Á Vísindavøku ber til at koma heilt tætt at granskingini. Tú kanst hoyra um nýggj úrslit, hitta granskararnar, seta teimum spurningar og síggja og royna nakað av tí, tey arbeiða við.
Vísindavøka er eitt høvi at hyggja, spyrja, royna og undrast. Skráin fevnir breitt, og neyðugt er ikki at vita nógv um gransking frammanundan. Tað ræður bara um at vera forvitin.
Í Kongshøll fara 20 granskarar at leggja fram nýggj og spennandi granskingarúrslit. Á Svalanum ber til at vitja básar hjá stovnunum og fáa eitt prát við granskarar og nema sær nýggja vitan á ein øðrvísi hátt. Og í garasjunum fara granskarar á Havstovuni at sýna fram ymisk fiskasløg, ið liva í havinum kring Føroyar, umfrmat ymikst annað, og næmingar á Glasi fara at vísa nakað av tí, tey hava lært og roynt í náttúruvísindaligu tímunum.
Dagurin endar við einum spennandi miðlafagnaði kl. 15.30. Fýra ungir granskarar fara at royna seg í eini snarrøðukapping, har avbjóðingin er at greiða frá teirra gransking stutt, greitt og fangandi. Harumframt fara tvey donsk listafólk at hava eina serstaka framførsla, har list og gransking møtast. At enda verður avdúkað, hvør fær miðlaheiðursløn Granskingarráðsins í ár.
Øll eru vælkomin á Vísindavøku, og øll tiltøk eru ókeypis.
Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. Kringvarpið tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.
Øll skráin sæst her.
