Fríggjadagin 25.09.2026 kl 15.00 – 17.00 verður Eldrahugni í Betesda.
Óli á Grømma og konan Judy verða við. Óli kemur at greiða frá sínum uppvøkstri á Ziskatrøð og inntil hann sum heilt ungur legði leiðina yvir til Pennsylvania í USA á trúðboðaraskúla hjá New Tribe Mision. Óli gjørdist seinni leiðari fyri NTM og var tað í mong ár. Konan Judy, hevur øll hesi árini verið honum ein hollur stuðul.
Bólkurin Ecclesia kemur at syngja nakrar sangir.
Ein góður drekkamuður verður eisini. Øll eru vælkomin.