Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Faðir og dóttir á býráðsfundi

klaksvik.fo

Herman R. Samuelsen hevur forfall til býráðsfundin í kvøld. Í hansara stað tekur dóttirin Karl Johansen, borgarstjóra, Annika Karlsdóttir Ljósstein, sætið sum eykavald. Hetta er fyrstu ferð at Annika tekur sæti í býráðnum.

Hetta er samstundis fyrstu ferð í søguni hjá Klaksvíkar býráði, at tvey ættarlið úr somu familju hava sæti í somu setu og á sama býráðsfundi.

Annika fekk 48 persónligar atkvøður á kommunuvalinum í 2024.