Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útvarpið hoyrist nú í Viðareiðistunlinum

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Fríggjadagin tann 2. september 2016 varð Viðareiðistunnilin alment tikin í nýtslu, og nú góð 10 ár seinni hoyrist útvarpið í tunlinum.

Ein kann sjálvsagt undrast á, hví tað er gingin so long tíð, men á heimasíðuni hjá Landsverki stendur, at orsøkin til hetta er, at tøknin ikki var partur av upprunaligu tunnilsverkætlanini, og at tað framvegis eru fleiri tunlar, sum ikki hava radioskipan. Ein meting av tørvinum verður gjørd so hvørt.

Tunlar, sum ikki enn hava radioskipan, eru tunlar, sum eru gjørdir í 90unum ella áðrenn tað. Síðan Vágatunnilin varð gjørdur í 2002, hevur radioskipan verið í øllum tunnilsverkætlanum – uttan í Viðareiðistunlinum frá 2016.

– Bæði tilbúgvingin og lokal hava saknað radioskipan í Viðareiðistunlinum, og tí varð útgerðin sett upp nú, stendur á heimasíðuni

Arbeiðið at seta radioskipanina upp gekk skjótt og væl

Heimasíðan upplýsir eisini, at arbeiðið at seta radioskipanina upp gekk skjótt og væl, og El-Service stóð fyri arbeiðinum. Nýggja radioskipanin kann hava fleiri rásir og hevur eisini break-in funktión, sum merkir, at tilbúgvingin kann nýta radioskipanina, um ein óheppin støða er íkomin. Skipanin er tann nýggjasta av sínum slag. Serliga áhugaverd er break-in funktiónin, har tilbúgvingin kann taka hornið av í teknikkhúsinum, sum so brýtur allar rásir av, so ein fær boð ígjøgnum til koyrandi í tunlinum.

Sambært heimasíðuni hjá Landsverki hevur samstarvið millum El-Service og Landsverk verið gott, og arbeiðið kostaði umleið 1,4 mió. kr.