Arbeiðið við starvsfólkabygninginum er væl ávegis. Kanjon leggur nú síðstu hond á isoleringina, og næstan øll vindeyguni eru komin í.
Í oktober verður farið í gongd við at klæða bygningin við canadiskum lerki, sum fer at geva honum eina heilt aðra útsjónd enn áður.
Vit gleða okkum til at síggja bygningin taka endaligt skap.