Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika Olsen nýtt forfólk og Óli Mortensen nýggjur nevndarlimur í Svimjisambandi Føroya

Jóhann Lützen

Tann 26. septembur  var eykaaðalfundur  í Svimjisambandi Føroya við eittans máli á skrá at velja nýtt forfólk.

Á fundinum var semja um at velja Anniku Olsen sum nýtt forfólk. Av tí at Annika Olsen sat sum starvsnevndarlimur frammanundan  varð neyðugt at velja eitt starvsnevndarumboð í hennara stað, sum bleiv Òli Mortsensen.  

Virkandi forfólkið, Alvi Hjelm, sum hevur sitið síðani apríl  fer aftur í sín sess sum næstforfólk. Svimjisamband Føroya vil takka Alva Hjelm fyri tíðarskeiðið, hann hevur røkt starvið og ynskja Anniku Olsen og Òla Mortensen hjartaliga til lukku við nýggju álitissessunum. 

À myndini er nýggja starvsnevndina frá vinstru Rúni Gaardbo, Sabina Poulsen, Signhild Rannváardóttir, Annika Olsen, Òli Mortensen og Alvi Hjelm.  Bjørg Oddfinnsdóttir Jensen manglar á myndini.