Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinarlag og umsorgan eyðkenna norðurlendskar menn

Jóhann Lützen

At vera ein góður vinur og vísa øðrum umsorgan er týðandi fyri, hvussu norðurlendingar skilja tað at vera maður. Men menn, sum kenna seg fíggjarliga ótryggar, taka oftari undir við trongum hugmyndum um mannfólkaleiklutin.

Tað vísir frágreiðingin State of Nordic Men, sum Equimundo hevur gjørt fyri Norðurlendska ráðharraráðið. Kanningin byggir á svar frá 4.547 kvinnum og monnum millum 18 og 45 ár í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Føroyar eru ikki við í kanningini.

84 prosent av monnunum og 89 prosent av kvinnunum siga, at tað at vera ein góður vinur er ein týðandi partur av tí at vera maður. Umleið átta av tíggju leggja eisini dent á umsorgan fyri øðrum. Samstundis halda fleiri enn átta av tíggju monnum framvegis, at maðurin eigur at vera uppihaldari hjá familjuni.

Frágreiðingin vísir samband millum fíggjarliga ótryggleika, einsemi, sálarligar trupulleikar og trongari hugmyndir um, hvussu menn eiga at vera. Meira enn helvtin av monnunum siga seg hava havt tekin um sálarligar trupulleikar seinastu vikurnar, og tveir triðingar siga, at teir ofta royna at loysa sínar trupulleikar uttan hjálp frá øðrum.

Høvundarnir mæla millum annað til at styrkja vinarløg og felagsskapir, stuðla pápum og gera talgilda umhvørvið tryggari.