Hetta føroyska ferðalagið er just afturkomið úr Oslo, har tey í vikuskiftinum hava luttikið í stórari Hyrox kapping í Nova Spektum í Lillestrøm, beint uttanfyri Oslo. Heili 10.000 luttakar vóru til hetta tiltakið.
Nógv í ferðalagnum luttóku á fyrsta sinnið, meðan onnur hava roynt eina slíka kapping áður.
Fyri summi var málið at gjøgnumføra kappingina, fyri onnur at fáa eina so góða tíð sum gjørligt. Nógv sera góð úrslit vóru at síggja.
Enn er HYROX rættliga nýtt í Føroyum, men kring heimin eru stórar kappingar hvønn mánað. Til ber at venja HYROX í Íðka og í Tvørmegi.
HYROX er ein altjoða fitness-kapping, har tú skiftir millum renning og styrki/fitness-venjingar. Kappingin er 8 x 1 km renning, við einari venjing eftir hvønn kilometur – ski erg, sled push og pull, burpees, rógving, walking lunges, farmers carry og wall balls. Tað krevur bæði úthaldni, styrki og kondition. Øll kunnu venja HYROX og luttaka í kappingum, líkamikið aldur, stødd og støði. Til ber at kappast í single, doubles og mix doubles.
