Okkum tørva eina tjóðarsemju
Í dag er komin ein nýggjur sangur hjá Rana Nolsøe, sum hann kallar Vit hava gingið. Sangurin snýr seg um tørvin hjá føroyingum at fáa eina nýggja tjóðarsemju. Heimastýrið varð við tíðini til eina danska troyggju, sum flestu føroyingar halda er blivin ov trong.
Og nú, tá ein nýggj tjóðarsemja liggur á borðinum, hava vit ein gyltan møguleika at sleppa úr misgerðini frá 14. septembur 1946. So okkum tørva – eina semju, eina rimmar tjóðarsemju, fyri Føroyar og fólkið her er, og fyri Merkið í víðu verð.
Skulu Føroyar mennast meiri, er eitt tað týdningarmesta, at okkara ítróttarfólk og vinnulívsfólk fáa fría atgongd til allan heimin. Tí er tað okkara inniliga vón, at landsins myndugleikar taka málið uppaftur – og hví ikki lata Føroya fólk sleppa at tala á eini nýggjari fólkaatkvøðu, nú 80 ár eru liðin síðani farnu fólkaatkvøðu?
Orð og lag: Rani Nolsøe
Sangur: Rani Nolsøe
Kór: Rani Nolsøe og Birita Adela
Lagt til rættis: Rani Nolsøe og Mikkjal Hvannastein
Ljóðføri: Mikkjal Hvannastein
Lurta eftir sanginum niðanfyri.
