Formansskapurin í Arktiska Ráðnum skipar fyri altjóða ráðstevnu um trygd á sjónum undir heitinum “Cold Seas, Critical Gaps” á Hotel Føroyum dagarnar 13. – 15. oktober 2026.
Danmark, Føroyar og Grønland hava formansskapin í Arktiska Ráðnum 2025-2027, og seta við hesi ráðstevnu sjóneykuna á fyribyrging og tilbúgving í samband við vanlukkur á sjónum, ið kunnu raka ferðafólkaskip í arktiskum og norðuratlantiskum sjógvi.
Luttakarar vera umboð fyri limalond og felagsskapir fyri upprunafólk í Arktiska Ráðnum, granskarar, umhvørvis- og sjóvinnumyndugleikar og stovnar, bjargingarfólk og vinnuna.
Vaksandi ferðsla á sjónum, stórar frástøður, harðbalið veður og avmarkað infrakervi skapa stórar avbjóðingar fyri neyðtilbúgving í Arktis. Ein álvarslig hending við einum stórum ferðafólkaskipi kann skjótt leggja eitt samfelag undir trýst og fáa avleiðingar fyri bjargingartænastur, heilsuverk, infrakervi og havumhvørvið.
Henda avbjóðing er eisini um okkara leiðir. Í 2025 vitjaðu meira enn 100 ferðafólkaskip Føroyar og føroyskan sjógv. Í ávísum tíðarskeiðum kunnu upp til 17.000 ferðafólk vera umborð á ferðafólkaskipum kring oyggjarnar í senn. Í fjør komu umleið 94.000 gestir á ferðafólkaskipum til Grønlands á 232 túrum.
– Ein álvarslig hending við einum ferðafólkaskipi í Arktis hevði ikki einans verið ein maritim kreppa. Hon kann skjótt gerast ein samfelagslig avbjóðing, ið krevur samskipað átøk frá bjargingartænastum, heilsuverki, kommunum, sjálvbodnum, umhvørvismyndugleikum og lokalsamfeløgum. Ráðstevnan skal hjálpa okkum at eyðmerkja týdningarmestu veikleikarnar og kanna, hvussu samstarv kann bøta um støðuna, sigur Jens Heine Grauen Larsen, høvuðssamskipari fyri “Cold Seas, Critical Gaps” og leiðari fyri sendinevndina hjá Kongsríki Danmarkar í The Emergency Prevention, Preparedness and Response Working Group hjá Arktiska Ráðnum.
Skráin fevnir um røður, felagsfundir og arbeiðsbólkar. Luttakararnir fara millum annað at viðgera nýggjar váðar, ferðavinnu og sigling í Arktis og í Norðuratlantshavinum, sjónarmið hjá upprunafólkum og lokalsamfeløgum, leiting og bjarging, heilsutilbúgving, vinnuliga tilbúgving, sjálvbodna hjálp og verju av havumhvørvinum.
Orðaskiftið verður skipað rundan um tríggjar høvuðsspurningar:
• Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar?
• Hvussu kunnu vit menna ítøkiligar loysnir?
• Hvørji eru næstu stigini?
Niðurstøðurnar verða savnaðar í eini frágreiðing, sum verður løgd fyri Arktiska Ráðið og viðkomandi partar í Arktis og í altjóða sjóvinnuni.
Tiltakið stuðlar undir tvær av høvuðsraðfestingunum í formansskapinum hjá Kongsríkinum í Arktiska Ráðnum 2025-2027: “Indigenous Peoples and Communities of the Arctic” og “Oceans”.
Tilmelding
Tiltakið er alment og til ber at luttaka bæði á staðnum og á netinum. Tilmelding krevst fyri at luttaka á staðnum. Freistin at melda til er 1. oktober kl. 10.
Dagfestingar: 13. – 15. oktober 2026
Stað: Hotel Føroyar, Tórshavn, Føroyar
Luttøka á netinum: Ókeypis, men tilmelding krevst
Skrá og tilmelding:
Arctic Council – Cold Seas, Critical Gaps
Samband við miðlar
Jens Heine Grauen Larsen
Høvuðssamskipari, “Cold Seas, Critical Gaps”
Leiðari fyri sendinevndina hjá Ríkisfelagsskapinum í arbeiðsbólkinum hjá Arktiska Ráðnum um fyribyrging, tilbúgving og viðbragd í samband við neyðstøður.
Teldupostur: fko-o-j5p07@fiin.dk
Telefon: +45 50877176