Í næstum skipa Visit North og Íverksetarahúsið fyri íverksetaraskeiði við fokus á vørur og tænastur til ferðavinnuna.
Hevur tú eitt hugskot um eina vøru, tænastu ella uppliving, sum kann verða viðkomandi fyri ferðavinnuna? So er at seta X í kalendaran!
Øll, sum hava eitt hugskot, stórt ella lítið, eru vælkomin at tekna seg til eitt prát við okkum við at skriva navn og hvørjum øki viðkomandi er búsitandi í til info@visitnorth.fo.
Vit byrja við, at Visit North hevur einstaklingafundir við tey, sum hava áhuga at luttaka á íverksetaraskeiðnum. Á fundunum práta vit um hugskotini, hvat er ávegis og hvørjir spurningar eru ella hvørjari serfrøðingaráðgeving tørvur er á fyri at koma víðari.
Íverksetaraprát verða hildin:
5. oktober í Hvannasundi frá kl. 15 og úteftir
7. oktober á Viðareiði frá kl. 15 og úteftir
19. oktober á Kalsoynni frá kl. 16 og úteftir
21. oktober í Kunoy frá kl. 15 og úteftir
26. oktober í Klaksvík frá kl. 15 og úteftir
Fyri áhugað, sum eru búsitandi í Fugloy ella Svínoy, verður avtala gjørd við hvønn einstakan um tíð og stað fyri íverksetaraprát.
Við støði í hesum verður eftirfylgjandi skipað fyri einum íverksetaradegi saman við Íverksetarahúsinum, har viðkomandi serfrøðingar verða knýttir at eftir tørvinum hjá luttakarunum.
Endamálið er at geva luttakarunum ítøkiliga og viðkomandi ráðgeving fyri at stuðla undir at hugskotini gerast til veruleika.
