Søkt verður eftir starvsfólki til nýggja sertilboðið “Gilið”, sum lat upp í august í ár. Til sertilboðið eru knýttir tveir námsfrøðingar, sum tú kemur at arbeiða saman við. Starvið er 33 tímar um vikuna og verður sett skjótast til ber.
Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkenningarnari námsfrøði og Betri vinir.
Sum starvsfólk í toyminum fert tú at:
Vit vænta, at tú:
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 42.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til sertilboðið í Fjallafípuna
Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 100 børnum í aldrinum 6 til 7 ár. Fjallafípan er staðsett “Úti í Grøv”, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðinum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.
Leygardagin kann eitt framúrskarandi kappingarár hjá KÍ-kvinnunum fáa sítt hæddarpunkt. Við sigri á Skála á heimavølli kann KÍ tryggja sær…
Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllin í kvøld, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av Neistanum. Hetta…
Seinastu 10 daganir, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving innan fyrstu hjálp í óbydgum øki. Føroya…