Í dag eru 80 ár síðan Sev var stovnað.
Upprunaliga vóru 19 kommunur í Streymoy, Eysturoy og Vágum, sum samdust um at stovna elfelagið Sev, harav navnið Sev. Stovningardagurin var 1. oktober 1946, og fyrsta verkætlanin hjá nýggja elfelagnum var Fossáverkið í Vestmanna.
Seinni komu hinar kommunurnar upp í felagsskapin, og seinasta bygd at fáa streymveiting var Múli í 1970.
Hóast Sev er 80 ár, hava vit í Føroyum framleitt elorku í fleiri enn 100 ár. Verkið í Botni í Vági er 105 ár og verkið á Strond í Klaksvík er 95 ár. Bæði hesi verk koyra enn tann dag í dag.
“80 ár eru liðin. Elorka hevur broytt samfelagið – og er framvegis grundarlagið undir framtíðar broytingum og framburði. Eftirspuringurin eftir el økist alla tíðina, og setir krøv til felagið, eigararnar og starvsfólkini um at fylgja við, og helst vera frammanfyri”, segði Haraldur Hammer, nevndarformaður í Sev í røðu síni.
“Arbeiðið fram ímóti eini enn burðardyggari elskipan heldur fram. Tí vit mugu gera av við oljuna, áðrenn hon ger av við okkum. Men fyri at røkka málinum er enn einaferð neyðugt at minna á samstarv og felags ábyrgd.”
Les røðuna hjá Haraldi Hammer.
“Tað, ið einaferð kendist sum gandur, er í dag ein sjálvsøgd undirstøða hjá øllum. Bara black-outini minna okkum á alternativið“, segði Tórbjørn Jacobsen, formaður í kommunufelagnum og nevndarlimur í Sev, í røðu síni fyri Sev. “Stóra uppgávan er og verður at loysa føroyska orkutørvin frá lívrunnum brennievnum, sum eisini eru og vera ein fíggjarlig sleggja. Stóru tøkini liggja tí í vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og kanska kjarnorku.”
Les røðuna hjá Tórbirni Jacobsen ‘Nú Fossá um oyggjarnar logar’
Les meira um søguna hjá Sev