Rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum eru vaksnar umleið 50 prosent síðan 2019 – uttan íløgur.
Í 2019 vóru netto rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum, uttan rentur og íløgur, umleið 4,97 mia. kr.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 er rakstrarkarmurin 7,46 mia. kr. Vøkstur upp á umleið 2,49 mia. kr. – ella 50 prosent vøkstur eftir átta árum.
Í sama tíðarskeiði eru skattir, avgjøld og ríkisstuðul vaksin úr umleið 5,86 mia. kr. í 2019 til 8,06 mia. kr. – vøkstur upp á umleið 38 prosent. Rakstrarútreiðslurnar eru sostatt vaksnar munandi skjótari enn inntøkurnar.
Gongdin ár fyri ár
Talvan niðanfyri vísir rakstrarútreiðslurnar fyri seg, íløgurnar í einum serstøkum teigi og so inntøkurnar.

Keldur: 2019–2025: landsroknskapirnir hjá Gjaldstovuni. *2026: samtykt fíggjarlóg. **2027: uppskot til Løgtingsfíggjarlóg fyri 2027. Íløgutølini 2019–2025 eru bókaðar løguútreiðslur. Fyri 2026–2027 íløgutalið í fíggjarlógaruppskotinum.
Rakstrarvøksturin upp á 50 prosent er sostatt ikki eitt úrslit av tunlum, bygningum ella øðrum stórum íløgum. Íløgurnar standa fyri seg í talvuni. Vøksturin sæst í tí varandi rakstrinum.
Meira enn 8 milliardir – og næstan einki eftir
Tá íløgurnar verða tiknar við, er samlaði útreiðslukarmurin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 8.038,3 mió. kr. Inntøkurnar verða mettar til 8.076,8 mió. kr. Við broytingunum í mótrokningini í fólkapensionini, verður avlopið í 2027 bert 13,5 mió. kr.
Inntøkurnar óvissar
Hetta er álvarsamt, tí føroyska inntøkugrundarlagið er smalt. Fiskivinnan, ikki minst uppsjóvarvinnan og alivinnan hava avgerandi týdning fyri útflutning og virðisskapan. Vit avgera ikki laksa- og fiskaprísin, fiskagongdina, kvoturnar ella altjóða marknaðaratgongdina.
Men vit avgera sjálvi, hvørjar varandi útreiðslur vit leggja á landskassan. Tað er tann grundleggjandi trupulleikin: rakstrarútreiðslurnar eru varandi og torførar at lækka, meðan inntøkurnar kunnu broytast skjótt.
Stóra rokningin er ikki komin enn
Samstundis vita vit, at aldurssamansetingin fer at broytast munandi. Búskaparráðið hevur víst á, at talið av fólki yvir 80 ár nærum tvífaldast fram til 2040. Tað fer at leggja størri trýst á eldrarøkt, heilsuverk og pensjónir. Búskaparráðið hevur eisini staðfest, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at nýskipanir eru neyðugar.
Í hesum er ikki tikið við ovurstóru eftirstøðurnar á anlegssíðuni, har vegir, tunlar, lendingar og brýr krevja 500-600 mio kr, bara fyri at koma á beint. Hópin av bygningum hjá landsstýrinum standa sum lasafar, vaktarskip, ið liggja, SSL, sum treingir til stóríløgur osfr. Eftirstøðurnar eru farnar langt uppum milliardina.
Bygnaðarbroytingar?
Tað hevur í nógv ár verið tosað um nýskipanir, rationaliseringar og effektiviseringar. Men hvar eru úrslitini? Hvar verða dupultfunktiónir tiknar burtur? Hvar verða stovnar lagdir saman, tá tað gevur meining? Hvar verður talgilding brúkt til veruliga at minka um umsitingarkostnaðin? Osfr.
Ein nýskipan er ikki at flyta eina útreiðslu frá einum almennum kassa í ein annan. Ein verulig nýskipan má síggjast aftur í rakstrinum og í framtíðar útreiðslunum.
Vælferð krevur haldføri
Hetta snýr seg ikki um at niðurleggja vælferðarsamfelagið.
Tvørturímóti.
Skal vælferðarsamfelagið varðveitast, má tað kunna fíggjast eisini tann dagin, tá búskapurin ikki gongur við fullari ferð.
Tá rakstrarútreiðslurnar, uttan íløgur, eru vaksnar við 50 prosentum síðan 2019, meðan inntøkurnar eru vaksnar við umleið 38 prosentum, er tað ein gongd, sum eigur at takast í størsta álvara.
Vit kunnu ikki um nøkur ár siga, at eingin visti, hvat var á veg. Tølini eru kend. Framskrivingarnar eru kendar. Ávaringarnar eru givnar. Spurningurin er, nær neyðugu tiltøkini verða framd?
Livst so spyrst.
Bjarni Djurholm