Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnumessan útseld

Jóhann Lützen

Heili 60 fyritøkur hava meldað seg til Vinnumessuna, sum verður við Tjarnir 9. og 10. oktober.

– Undirtøkan hevur verið sera góð í ár og vit fegnast um at tað er útselt, sigur Adam Andreasen, sum er ein av fyriskiparunum.

– Hetta er ein sokallað “vinnumessa”, har ið føroyskar fyritøkur koma saman at fagna føroyska vinnulívinum umframt vísa sínar tænastur og vørur fram. Hetta verður størsta sølustevna, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Adam, sum væntar fleiri túsund fólk á gátt.

– Vit vildu koma við einum nýggjum íkasti til føroysku vinnuna, har ið vinnufólk kunnu koma tættari at sínum kundum, leggur hann afturat.

Hetta er aðru ferð at Vinnumessan verður hildin við Tjarnir. Í fjør vóru yvir 6.500 vitjandi uppá bert tveir dagar, og tað væntast at vera enn fleiri í ár.

– Vinnan stendur í blóma. Føroyskar fyritøkur – stórar sum smáar – hava úr at gera. Tá ið mann hugsar um marknaðarføring, hugsar mann aloftast um talgilda marknaðarføring. Vinnumessan 2026 verður alt annað. Her koma vinnufólk andlit til andlits við hundraðtals kundar – upp á bert eitt vikuskifti, vísir Adam á.

Føroysk vinnurekandi fáa av álvara høvi at mingulera dagarnar 9. og 10. oktober. Vinnumessan verður ókeypis fyri øll vitjandi, og á skránni verður ymiskt undirhald fyri bæði vaksin og børn, umframt at gestirnir kunnu vænta sær góð tilboð. Eisini verður góður matur og drekka til øll – brellbitar og fingramatur umframt døgurðarættir og annað gott.

Skráin fyri Vinnumessuna 2026 verður almannakunngjørd seinni, men gestirnir kunnu av álvara gleða seg.

Ananrs ber til at lesa meira á www.vinnumessan.fo.