Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er talan um Nóa ørk?

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Í Eysturturkalandi er eitt øki, sum verður kallað Durupınar-aturningin. Hetta er eitt sermerkt landslag, sum líkist einum risastórum skipi, sum granskarar halda møguliga kann vera Nóa ørk.

Eitt altjóða granskaratoymi hevur júst gjørt søguligar boringar har. Granskarar halda seg kunna prógva, at sermerktu skapini, sum síggjast í landslagnum, ikki eru skapt av náttúruni, men at hetta í veruleikanum er ein skipsskrokkur, sum teir gita er Nóa ørk.

Granskarar og myndugleikar valdu at uppkalla økið eftir turkiska herliðshøvdinginum İlhan Durupınar, sum í 1959 uppdagaði hetta loyndarfulla staðið, tá hann sýndi loftmyndir av økinum – harav navnið Durupınar-aturningin. Økið er tætt við markið til Iran og umleið 20 km frá fjallinum Ararat.

Mátini hóska til Bíbliuna

Eitt, sum granskarar serliga hava lagt til merkis, er, at skapningurin í landslagnum er umleið 157 metrar langur (515 føtur). Hetta hóskar akkurát til tær støddir, sum Bíblian upplýsir, at Nóa ørk hevði.

Í Bíbliuni stendur “Araratfjøllunum.“ Hetta vísir á alt fjallalendið, sum eitur Ararat, og ikki endiliga júst á sjálvan tindin á fjallinum.

Skapið í Durupınar-lendinum liggur júst í hesum fjallalendinum, umleið 20 km suður úr sjálvum fjallatindinum Ararat. Tað passar tí væl við tað, sum Bíblian sigur.

Funnu beinar linjur og loyniligar gongdir undir jørðini

Í septembur og oktobur í ár hava granskarar frá einum altjóða bólki, ið kallast Noah’s Ark Scans undir leiðslu av m.a. amerikanska granskaranum Andrew Jones og turkiska fornfrøðinginum Cenker Atila, gjørt nakað, sum ongantíð er gjørt áður. Teir hava borað djúpt niður í skapningin.

Borað hevur verið í tólv ymiskum støðum upp til 60 føtur/18 metra dýpi. Skeptikarar halda fast við, at lendið bert er úr vanligum føstum bergi ella kletti, men granskararnir funnu yvirhøvur einki fast bergundir skapninginum, í staðin funnu teir eitt tjúkt lag av svartari mold.

Við nýggjari radartøkni hava teir skannað niður í jørðina. Skanningarnar vísa rættar vinklar, beinar linjur og opin hol sum líkjast gongdum og rúmum, ið ganga gjøgnum allan skapningin. Granskararnir halda, at hetta sær ov skipað út til at vera gjørt av náttúruni.

Timburleivdir ella bara regn?

Moldroyndirnar vísa eisini, at tað nærum er tríggjar ferðir so nógv lívrunnið tilfar inni í skapninginum sum í jørðini uttanfyri. Granskarar gita, at hetta kann stava frá gomlum timbri, sum er rotnað í gjøgnum fleiri túsund ár.

Undanfarnar kanningar vísa, at tilfarið stavar frá tíðarskeiðinum millum 5500 og 3000 ár f.Kr. Hetta hóskar júst til ta tíðina, tá tey flestu trúgva, at vatnflóðin var.

Flestu jarðfrøðingar halda tó fast við, at talan er um ein náttúrligan skapning í landslagnum, sum er komið av skriðulopum, runu og bleytum kálksteini, ið er trýst saman í ein boga. Teir vísa eisini á, at hóast tað er nógv lívrunnið tilfar í moldini, so er einki petti av gomlum viði, nøglum ella mannagjørdum lutum funnið enn.

Orsøkin til høga innihaldið av organiskum tilfari kann eisini vera, at nógv regn er samlað í  serstaka lendinum.

Í løtuni greina granskararnir moldroyndirnar á rannsóknarstovum í Ankara. Teir vænta skjótt eina endaliga frágreiðing og ætla sær aftur til økið at grava víðari.

Á myndini sást sermerkta landslagið, sum líkist einum risastórum skipi. Spurningurin er, um talan er um ørkina hjá Nóa ella um hetta bara er eitt undurfullt spæl hjá náttúruni?