Skráin fyri Virkið Heyst í morgin, mikudagin 7. oktober, bjóðar bæði rørslu, handaligt arbeiði og hugnaliga samveru í Klaksvík.
Dagurin byrjar við gongutúri við Norðoya Gongufelag klokkan 06.30–08.00. Nærri kunning um túrin fæst í Facebook-bólkinum hjá felagnum.
Seinnapartin verður nónte í Testovuni Marin Malena, og Kria Studio hevur eina »støkk inn«-verkstovu í Íverksetarahúsinum. Á Klaksvíkar Bókasavni kunnu børn og vaksin klippa ella perla fittar seyðir klokkan 15–17.
Í Varpinum verður ommu- og abbakafé klokkan 16–18. Har verður høvi hjá ættarliðunum at hugna sær saman og spyrja hvørt annað um lívið.
Listaframsýning við Bárði Dal Christiansen verður í Gamla Seglhúsinum klokkan 16.30–18.00.
Klokkan 18.30 bjóða skótarnir til hugna uttanfyri KFUM & K. Byrjað verður við at rudda nærumhvørvið, og aftaná verða sneisabreyð, skúmgæti og ein skótaquiz á skránni.
Í Rótini verða bindiverkstova klokkan 18.30–21.30 og rullupylsuskeið klokkan 19–21. Bæði tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst á rotin.fo.
Dagurin endar við fyrilestrinum »Virðiligt samskifti hóast ymiskleika« við Niclasi Hera Jákupsson á KG Hotel klokkan 20. Øll eru vælkomin.
