Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jákup Biskopstø hevur ongan sáttmála fyri 2027

Jákup Ósá

Vit hava spurt liðskiparan hjá KÍ, hví hann stendur uttan sáttmála fyri 2027.

Teir flestu av kjarnuni hjá KÍ hava sáttmála fyri 2027. Men onkur manglar. Ein er liðskiparin Jákup Biskopstø. Eftir venjing herfyri tosaði Norðlýsið við hann um m.a. 2027.
Jákup sigur, at hann hevur samband við KÍ. Síðstu tíðina hevur hann brúkt orkuna uppá at blíva frískur aftur frá drúgvum skaða. Hann væntar ikki at spæla fyri annað felag í Føroyum í 2027, men hevur ikki slept tankanum um at royna seg uttanlands og hann hevur eisini nøkur tilboð liggjandi frá útlendskum feløgum.
Sostatt tykist hansara framtíð ógreið í løtuni, har tað stendur millum at halda fram í KÍ ella at fara uttanlands at royna seg.