Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparráðið: Raðfestið íløgur, sum spara rakstur

Jóhann Lützen

Íløgur, sum lækka almennu rakstrarútreiðslurnar, eiga at fáa hægstu raðfesting. Tað mælir Búskaparráðið til, nú haldførisfrágreiðingin vísir ein árligan fíggjartørv á umleið 1,2 milliardir krónur.

Skulu Føroyar varðveita verandi tænastustøði á vælferðarøkinum í framtíðini, mugu inntøkurnar økjast ella útreiðslurnar lækkast við umleið 1,2 milliardum krónum í miðal um árið.

Hetta er úrslitið í grundframlitinum hjá Búskaparráðnum, har haldførisávísin er minus fýra prosent av BTÚ. Roknistykkið byggir longu á, at pensjónsaldurin hækkar, og at almennar veitingar veksa seinni enn lønirnar.

Ráðið vísir á, at nógvir smáir skúlar og stovnar eru í Føroyum. Íløgur í størri rakstrareindir kunnu gera tað møguligt at veita somu ella betri tænastu við minni tilfeingi.

Serliga á eldraøkinum er kostnaðarstøðið lutfalsliga høgt. Sambært Búskaparráðnum kunnu íløgur lækka miðalkostnaðin fyri hvørt búpláss á bústovnum við 20 prosentum.

Í einum framliti, har miðalútreiðslan til eldrarøkt fyri hvønn persón í hvørjum árgangi lækkar við 20 prosentum yvir tíðarskeiðið 2025–2035, batnar haldførisávísin úr minus fýra í minus 2,5 prosent.

Tað loysir sostatt ikki allan haldføristrupulleikan, men minkar munandi um hann.

Búskaparráðið mælir tí til, at politisku myndugleikarnir geva rakstrarsparandi íløgum hægstu raðfesting innan verandi íløgukarm.

Haldførisfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum sæst her.