Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16 mans úttiknir til EM-undankappingina

Jóhann Lützen

Føroyar taka ímóti Kosovo 4. november og møta Montenegro á útivølli 8. november. Flestu sitiplássini til heimadystin eru longu seld.

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið 16 leikarar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini.

Hópurin er hesin:

Málverjar

  • Pauli Jacobsen, IFK Skövde HK
  • Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen

Bakkar

  • Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona
  • Rói Ellefsen á Skipagøtu, Århus Håndbold
  • Óli Mittún, GOG
  • Pauli Mittún, HC København
  • Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf
  • Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel
  • Bjarni í Selvindi, Valur

Strikur

  • Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro
  • Ísak Vedelsbøl, HØJ
  • Helgi Hildarson Hoydal, H71

Vengur

  • Pauli Høj, Bergsøy
  • Leivur Mortensen, HF Karlskrona
  • Hákun West av Teigum, Füchse Berlin
  • Allan Norðberg, Valur

Stórur áhugi er fyri heimadystinum móti Kosovo við Tjarnir. Flestu sitiplássini eru longu seld, og tí verður mælt til at tryggja sær pláss skjótast gjørligt.

Atgongumerki fáast á tjarnir.fo.