Klaksvík
7°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Janus Open aftur á Eiði í januar

Jóhann Lützen

Kolshøll á Eiði verður karmur um Janus Open III dagarnar 8.–10. januar 2027. Tilmeldingin er opin.

Talvkappingin er ætlað bæði nýbyrjarum og royndum telvarum, børnum og vaksnum. Fyriskipararnir lýsa hana sum Føroya størstu talvkapping og leggja dent á eitt hugnaligt vikuskifti við talvi og samveru.

Allir luttakarar fáa ókeypis mat millum umførini og kaffi og køku gjøgnum vikuskiftið.

Tilmelding fer fram á janusopen.fo.