Góðveðrið gevur góðar karmar um Heystglóð, sum Visit North skipar fyri í Klaksvík í dag. Á skránni eru upplivingar fyri bæði børn og vaksin.
Á Norðoya Fornminnasavni er matmarknaður frá klokkan 11 til 16, og almenna setanin verður klokkan 12. Handlar í býnum bjóða eisini góð tilboð, tónleik og okkurt gott til góman.
Seinnapartin kunnu fólk síggja brandbilar og sjúkrabilar hjá Klaksvíkar Sløkkiliði ella fara umborð á Dragan til sjómansquiz og hugna. Bæði tiltøkini eru frá klokkan 13 til 16.
Klokkan 14 byrjar ein gøtulistatúrur saman við manninum í appelsingula turriklæðnum, og klokkan 16 verður barnatiltak í Betri Banka við Operettunum, Angelu og Hannibal.
Í kvøld heldur Heystglóð fram við Marius í Kappróðrarneystinum klokkan 21 og RutMik í Roykstovuni.
