Nú ber til at síggja samrøðuna, sum vit høvdu við 83 ára gamla Jóan Petur Klein sum part av sjómannadagsskránni.
Í samrøðuni greiðir Jóan Petur frá uppvøkstrinum í Hattarvík og einum longum og fjølbroyttum lívi á sjónum. Hann fór fyrstu ferð til skips 15 ára gamal í 1958 og sigldi fram til 1988.
Samrøðan varð tikin upp í fullsetta Sjósalinum á KG, har umleið 170 fólk lurtaðu eftir sjómanssøgunum.
Sí samrøðuna niðanfyri.

