Seinasta leygardag vitjaði eg saman við øðrum Herluf´s Kafe í Klaksvík. Hetta var eitt satt upplivilsi fyri meg; Gestablídni var í hásæti, fólk vóru serstaklig blíð og fyrikomandi. Kafein var sera hugnaligt, har var gott lag, felagssangur, nógv fólk, góður tónleikur – og ikki minst eitt stórt og vælsmakkandi morgunmatarborð.
Í tí sambandi spurdi eg formannin í Herluf´s Kafe, Noel Joensen, hvussu kafein varð stovnað.
– Alt byrjaði við, at Sigmar Høgnesen, Sonhard Jóhannesen og eg sótu og prátaðu um, at tað hendi ov lítið í Klaksvík. Ikki tí – tað er nógv, ein kann ganga til her í býnum av øllum møguligum, t. d. dipping, gongutúrar, samkomuvirksemi, kórsangur, umframt eina ørgrynnu av ítrótti og øðrum. Tað, sum vit serliga hugsaðu um og saknaðu, var eitthvørt, ið skuldi verða fyri øll. Tá var tað, at hugskotið kom fram, at tað hevði verið stuttligt at latið eina kafe upp, har øll frítt kunnu koma inn bara fyri at hugna sær, greiður Noel frá.
– Ein dagin sigur Hervør, kona Sonhard – hon er í nevndini hjá Norðoya Kvinnufelag – at vit vóru vælkomnir at leiga eitt høli í húsinum hjá teimum leygarmorgnar. Hetta hildu vit vera eitt framúr gott hugskot, og vit vóru fullir av spenningi. Konurnar hjá okkum tóku undir við ætlanini og gleddu seg eisini at seta hugskotið í verk.
Kafein bleiv til veruleika
Um hálvan januar í ár koyrdi Noel eina lýsing út at facebook, har tað stóð, at kafé verður opin í Norðoya Kvinnufelag.
– Nógv fólk komu á gátt – nógv fleiri, enn vit høvdu væntað. Vit sungu nakrar sangir, og Sigmar fortaldi krønikur. Konurnar bakaðu okkurt gott at hava aftur við einum kaffimunni.
Hetta var sera stuttligt og væleydnað. Tað vóru serliga menn, sum møttu upp, tó at onkur kvinna eisini var við.
Noel fortelur at aðru ferð, tey høvdu opið – hetta var vikuskiftið eftir – eydnaðist tað upp aftur betur. Út ímóti 40 fólk møttu upp, og tað var sera lívligt.
-Vit spældu tónleik, sungu felagssangir, og søgur og krønikur vórðu fortaldar. Tað vóru konufólkini, ið tóku sær av kaffi og bakstri, meðan vit tóku okkum av tónleikinum.
Felag sett á stovn
Skjótt so løgdust bara meiri og meir fólk afturat fyri hvørjaferð kaféin var opin. Hetta var sera hugaligt og stuttligt at síggja, sigur Noel
– Ein morgunin, tá ið vit sótu og prátaðu um, at vit áttu at skipa felag og limaskap, kom ein maður inn á gátt og spurdi, um felagið hevði eitt navn. Sonhard var tá skjótur at svara, Herluf´s Kafé. Hetta hildu vit allir eisini vera sera upplagt, tá ið fyrrverandi eigarin av húsinum æt Herluf Thomsen.
– Tá ið vit sóu gongdina og stóra áhugan hjá fólki at møta upp, so hildu vit, at best var at stovna eitt felag, so kundi fólk tekna seg til lim í felagnum. Á henda hátt bar eisini betur til at halda skil á øllum. Felagið varð sostatt formliga stovnað og skrásett.
Nevnd varð síðani skipað. Í nevndini eru Noel Joensen, formaður, Ingrid Heinesen, næstforkvinna, Bjørg Hansen, kassameistari, Sigmar Høgnsen skrivari og Sonhard Johannesen nevndarlimur. Eykalimir eru Agnar Joensen og Anna Mikkelsen.

Nevndin í Herluf´s Kafé.
Kaféin er fyri øll
Eitt, sum nevndin legði stóran dent á, var, at kaféin skuldi skipast sum eitt politiskt og religiøst óheft felag, har endamálið er at skapa eitt gott og rúmligt umhvørvi fyri øll, sum ynskja sosiala samveru, felagsskap og trivnað.
Stendur ikki á við bakstri
Hvørja ferð kaféin hevur opið, verður borðreitt við rundstykkjum, rullipylsu, osti, súltutoyi, kaffi, te og heimabakaðum køkum og øðrum góðum. Tað eru konurnar, sum skipa fyri morgunmatinum. Tað eru Ingrid og Noel ið standa vanliga fyri innkeypinum, Ingrid stendur eisini fyri bakstrinum. Alt virksemi í kaféini er ólønt, tað eru sostatt sjálvboðin, ið taka sær av øllum.
– Tað stendur ikki á at fáa aðrar kvinnur at baka; Ingrid gjørdi ein lista, sum tær kundu skriva seg uppá. Bakiuppgávurnar verða síðani býttar millum tær, ið eru á bakilistanum. Hetta riggar sera væl, og allar eru líka fegnar um uppgávuna.
Elisabeth – ein framúr ófør kvinna
– Tað er tó ein kvinna, sum eg ikki kann lata vera við at nevna, sigur Noel, tað er aldursforsetin hjá okkum, Elisabeth Joensen. Hóast hon er 94 ár, er hon framúr ófør og virkin, og hon er eisini limur í felagnum. Hon bakar smákøkur, kókar kleynur og kemur sjálv oman í Herluf´s Kafé við tí.

Nokk av tónleikarum
Tað eru menninir sum skipa meira fyri tí, sum larmar: tónleikinum, ljóðanlegginum, sangi og tí, sum har til hoyrir, sigur Noel brosandi. Tað stendur ikki á at fáa tónleikarar, tí vit hava so nógv dugnalig fólk at taka av, sum bæði spæla og syngja.
Vanliga verður spælt til felagssang, men eisini so spælir og syngur bólkurin onkur løg burturav. Tað eru oftast teir somu tónleikararnir, sum spæla á Herluf´s Kafé, hóast tað av og á eisini koma aðrir tónleikarar.
Teir, sum fast plaga at spæla, eru Olgar Joensen, Magnus í Mikladali, Thorberg Johannesen og Noel Joensen

Herluf´s Kafé á tremur við tónleiki og frásagnum
Nógv tiltøk hava verið á skrá leygarmorgnar, tá ið kaféin hevur verið opin t.d. fyrilestrar og onkur hevur eisini verið inni og sungið. Døtrarnar hjá Nicolinu á Kamarinum, Hallur Joensen, Steintór Rasmussen og Karsten Danielsen og onnur hava verið inni og sungið. Nøkur av teimum, sum hava greitt frá og hildið fyrilestur, eru Pól Havn, Andras Sólstein, Rudolf Joensen, Betta á Dalinum – bara fyri at nevna nøkur.
Á Norðoyastevnu hevði Herluf´s Kafe eitt tiltak saman Klaksvíkar Dansifelag í Skálanum. Tiltakið kallaðist ‘Herluf í Skálanum’ og eydnaðist framúr væl. Tað varð fullteknað beinanvegin, og tí er góður møguleiki fyri, at tiltakið verður eitt afturvendandi tiltak, væntar Noel

Limatalið bara veksur
– Vit hava opið leygarmorgnar frá kl. 09:00 til 12:00, og kafein er sera væl vitjað. Limatalið er nú komið upp á 140, og hetta talið heldur bara fram við at vaksa. Eini 50-80 fólk vitja kaféina hvønn leygarmorgun.
– Tá ið okkurt serlig tiltak er á skránni t.d. sangarar vitja ella fyrilestrar eru o.a., halda vit til í erva, tí tá møta rættiliga nógv fólk upp. Talið hevur ligið um 150-180 fólk, sigur Noel.
Í fyrstanini vitjaðu mest sum bara menn Herluf´s Kafé, men nú eru kvinnurnar líka so nógvar í tali sum menninir. Hetta fegnast formaðurin um.
Herlufs Kafé er eisini á facebook
Herluf´s Kafé hevur eina almenna facebook-síðu, har fólk kunnu fylgja við í, hvat er á skránni. Tey, ið ynskja at gerast limir í felagnum, finna kunning um limaskap á síðuni, og har stendur eisini kontonummarið, sum limagjaldið skal flytast til. Limagjaldið er 200 kr. um árið.
Umframt almennu síðuna hava vit eina facebook-síðu fyri limir. Her fáa limirnir boð um, hvat er á skránni, og tey, ið ikki hava facebook, fáa sms-boð, sigur formaðurin.
Noel sigur, at um tú ynskir at stuðla kaféini, tá ið tú vitjar okkum leygarmorgnar, so stendur ein bússa frammi, sum tú kanst koyra eitt ískoyti í.
Limaveitsla 21. novembur
Tann 21. november fara vit at hava eina limaveitslu. Higartil hava eini 60 limir teknað seg. Á matarskránni er ræst kjøt, og harafturat verður skemt og undirhald, so eg ivist ikki í, at hetta fer at verða eitt sera hugnaligt og stuttligt kvøld, sigur Noel.
– Ynskir tú samveru, felagskap, undirhald og hugna, so er Herluf’s Kafé í Klaksvík rætta staðið, sigur Noel Joensen at enda.

