Ein maður um 40 ára aldur doyði eftir eina arbeiðsvanlukku hjá Bygma í Vági seinnapartin í gjár. Hann var í ferð við at tryggja tilfar í storminum.
Vanlukkan hendi nakað eftir klokkan 14. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús, har hann varð staðfestur deyður.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn er enn ógreitt, júst hvat hendi, tí eingin sá sjálva vanlukkuna. Hildið verður, at maðurin varð raktur av onkrum, sum feyk í vindinum.
Arbeiðseftirlitið er kunnað um vanlukkuna, og málið verður kannað nærri.
