Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ingibjørg Hansen úr Mikladali skrivar tónleikasøgu í Grikkalandi

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Røddin var longu einastandandi, tá ið hon sum 13 ára gomul tekur lut í Barnaprix .

Í dag er Ingibjørg Hansen ein fjølbroytt og roynd songkvinna, ið spennir víða – bæði sum solistur, sum partur av kvinnukórinum Silvitni, og sum ein av sangarunum í kamarkórinum Tarira, ið júst hevur víst heiminum, hvat føroyskur kórsangur megnar.

Við kórkappingina í Grikkalandi stóðu Ingibjørg saman við Tarira ovast á palli á hægsta torleikastigi og prógvaðu, at listarliga dygdin hevur altjóða klassa. Fyri Ingibjørg er hetta eitt fyribils hæddarpunkt á einari ferð, ið altíð hevur verið drivin av sannari tónleikgleði og stórum evnum.

Eg fekk eitt prát við Ingibørg í sambandi við kórkapping, sum skuldi verða í Kalamata í Grikkaland


Mangla eina sopran

Ingibjørg greiður frá, at tann 17. juni 2026 varð hon spurd um at koma við í kórið Tarira, tí at kórið kom at mangla eina sopran til kórkapping, sum skuldi verða í Kalamata í Grikkalandi fyrst í oktober 2026.

-Eg mátti taka eina skjóta avgerð, tí kórið hevði einans eina venjing eftir, áðrenn kórið fór í summarfrí. Seinasta venjingin var sama kvøld, sum eg varð spurd, og týdningarmikið var, at eg møtti til ta venjingina, so eg fekk eina hóming av, hvat eg skuldi syngja. Eg hugsaði, at hetta ljóðaði sum ein spennandi avbjóðing og valdi tí at siga ja til fyrispurningn.

Øll verkini dugast uttanat

Í Kalamata framførdi kórið heili 9 verk til sjálva kappingina og tvey verk afturat til eina sokallaða friendship konsert, so í alt vóru 11 verk, ið skuldu venjast.

Talan er um tónleik á høgum torleikastigi, fleiri av verkunum eru long verk, okkurt upp í móti 6 minuttum og sungið verður á fleiri ymiskum málum sum føroyskum, týskum, latíni og griskum.  

Til kappingina skuldu øll verkini dugast uttanat, so tað hevur verið nógv at læra innan stutta tíð, og tí hava vikurnar áðrenn kappingina verið krevjandi og avbjóðandi, men samstundis eisini sera spennandi og mennandi, sigur Ingibjørg

39 kór úr 16 ymiskum londum luttóku

-Eg vil siga, at tað hevur verið fantastiskt at hava fingið møguleikan at syngja við í einum so góðum, blandaðum kóri og eisini stuttligt at uppliva hvussu trygt kórleiðarin, Bernharður Wilkinson, leiðir kórið gjøgnum tónleikin. At Bernharður Wilkinson er sera dugnaligur kórleiðari, kemur eisini týðiligt til sjóndar til venjingarnar, sum eru sera effektivar.

Til altjóða kórkappingina í Kalamata í Grikkalandi, 6th Kalamata International Choir Competition and Festival, luttóku 39 kór úr 16 ymiskum londum og tilsamans vóru áleið 1400 sangarar. Tarira luttók í tveimum kategorium.

Fríggjadagin 9. oktober varð kappast í bólkinum ‘’Sacred Coral Music a Capella’’. Verkini, ið vórðu framførd, vóru ‘’Laudibus in sanctis’’ eftir William Byrd, ‘’Ubi Caritas’’ eftir Paul Mealor‘’ og  Dies Irae’’ eftir Michael John Trotta.

Kór á hægsta torleikastigi

 Leygardagin 10. oktober varð kappast í bólkinum ‘’Mixed Choirs – Difficulty Level 1’’, sum er kapping fyri blandað kór á hægsta torleikastigi. Tá framførdi Tarira verkini ‘’Daemon Irrepit Callidus’’ eftir György Orbán, ‘’This Body ‘’eftir griska tónaskaldið Panagiotis Theodossiou, ‘’Várið’’, sum er føroyskt verk eftir Trónd Bogason og við teksti hjá Vónbjørt Vang. Fjórða verkið, Tarira framførdi í hesum bólkinum, var ‘’Jubilate Deo’’ eftir Motshwane Pege.

Henda dagin var Panagiotis Theodossiou komin allan vegin úr Corinth fyri at hoyra okkum framføra verkið hjá sær ‘’This Body’’ og vit fingu heilsað upp á tónaskaldið. Panagiotis var ovurfegin og sera væl nøgdur við okkara tulking av verkinum. (Sí mynd).

Tarira vann gullheiðursmerki í báðum kategorium

Sunnudagin 11. oktober varð ‘’Grand Prize Competition’’ hildið. Til hesa kappingina vóru 6 kór boðin við og millum teirra var kórið Tarira. Her framførdi kórið verkini ‘’Nun lob, mein Seel, den Herren’’ við útseting eftir Kára Bæk og verkið ‘’Venite, Gaudete!’’ eftir Adrian Peacock.

Seinni um kvøldið vórðu úrslitini av kappingunum kunngjørd. Vegna høgt stigatal, vann Tarira gullheiðursmerki í báðum kategorium, sum kórið luttók í. Kórið vann eitt 2. pláss í bólkinum ‘’Sacred Coral Music a Capella’’ og gjørdist vinnari av bólkinum ‘’Mixed Choirs – Difficulty Level 1. Harumframt valdi dómsnevndin at geva kórinum ein serligan prís ‘’Special Prize’’ fyri framúrskarandi tulking av renessansuverkinum ‘’Laudibus in sanctis’’ eftir tónaskaldið William Byrd, sum kórið framførdi í bólkinum ‘’Sacred Coral Music a Capella’’.

Úrslit hjá Tarira:

Vinnari í bólkinum ‘’Mixed Choirs – Difficulty Level 1.

 Golden Diploma – Level VI við 25,61 stigum í bólkinum Sacred Choral Mussic a Capella.

Serstakur heiðursprísur (Special Prize) fyri framúrskarandi tulking av renessansuverkinum ‘’Laudibus in sanctis’’ eftir William Byrd.

Gott samanhald

Tarira vann heili tríggjar virðislønir, so sigast kann ikki annað enn, at tað hevur gingist kórinum væl til kappingina. Tað hevur verið eitt satt upplivilsi at verið við kórinum til kórkapping í Kalamata í Grikkaldandi og samanhaldið hevur verið framúr. Nógv hevur verið á skrá í samband við kappingina, men fríløturnar hava vit notið saman bæði við hugna á strondini, har vit hava sólað okkum, svomið og notið góðan mat saman. Eisini hava vit verið og hugt okkum um runt í býnum. Alt í alt ein

ógloymandi uppliving, sigur Ingibjørg at enda

Norðlýsið ynskir  Ingibjørg Hansen -saman við Tarira hjartaliga til lukku við flottu virðislønunum.