(Myndarøð og dystarfrásøgn) Fyri aðru fer í ár fór nummar 10 úr Klaksvík við øllum trimum stigunum.
Fyrr í ár vann 07 Vestur í Klaksvík, tá 07 Vestur lá aftast. Í dag gjørdi B68 tað sama við sama úrslitinum 1-0.
KÍ var sannførandi móti HB seinast og somu ellivu sluppu at byrja inni hesaferð. Men KÍ-liðið var ikki at kenna aftur. Sum alt kappingarárið, so megnar liðið sjáldan av avrika væl yvir eina røð av dystum.
B68 fekk eitt klárt brotsspark sum Sebastian L. Nielsen skoraði uppá. KÍ hevði onkrar málmøguleikar, men teir flestu raktu ikki málið.
Í seinna hálvleiki fór KÍ frá at spæla undir miðal til at spæla sera vánaligt. Tí hevði eitt stríðshuga og vælskipað B68-lið lutfalsliga lætt við at koyra sigurin heim. Tað var langt millum KÍ-málmøguleikarnar og B68-málverjin Tórður Thomsen hevði ikki brúk fyri at taka nakað stórsspæl fram yvirhøvur í dystinum.
Sera lágt botnstig
Úrslitið ger, at nú manglar bara eitt úrslit at ganga við NSÍ ella ímóti KÍ, so er FM 2026 hjá NSÍ staðfest. Og eins og hjá Magnusi Powell, so bleiv fyrsta tapið hjá Fróða Benjaminsen á heimavølli móti nummar 10 í einum dysti, har KÍ-liðið als ikki møtir upp. Tað sigur eisini nakað um KÍ-hópin í ár, at har hevur ein hugburður vunnið seg inn sum ger, at liðið hevur eitt sera lágt botnstig og tí eisini hevur mist stig móti øllum níggju liðunum í deildini.





















































