Brúgvin millum Biskupstorg og Rótina verður stongd fyri allari ferðslu í sambandi við vegarbeiði.
Arbeiðið byrjar í dag, mánadagin 19. oktober, og verður væntandi liðugt hósdagin 22. oktober, boðar Klaksvíkar kommuna frá.
Heitt verður á fólk um at vísa varsemi, brúka aðra farleið og fylgja skeltingini á staðnum.
Kelda: Klaksvíkar kommuna.
