Nema
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom við á liðið sum útkoyrandi mekanikari

 

Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars? Okkara mekanikaratoymið á verkstaðnum hevur pláss fyri einum mekanikara, faklærdum ella einum starvsfólki við drúgvum royndum á økinum.

Mekaniska deildin fæst serliga við at servicera og feilfinna. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, og tað liggur væl fyri hjá tær at feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupulleikar á maskinum v.m.

Tú kemur at koyra út á okkara byggipláss og arbeiða runt um í landinum. Tú fær ein væl útbúnan bil, sum virkar sum tín amboðskassi, har tú kemur at gera mekaniskt arbeiði.

Vit bjóða

  • Góð og skipaðið arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt  og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Persónlig og fakliga førleikamenning.
  • Menning av førleikum innan Volvo entreprenørmaskinur, ið eru partur av okkara umboðan.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín dagligdagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú:
•    er røkin og álítandi
•    ert arbeiðssom/-samur
•    ert sjálvstøðug/ur
•    Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
•    Smittar góða lagið har tú kemur

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru áleið 25 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar – alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.

Tú er eisini vælkomin at lesa meira um ArtiCon sum arbeiðspláss

Nema