Tíggju mál eru á skránni, tá Løgtingið kemur saman í dag, týsdagin 20. oktober, klokkan 11
Fyrst fyri eru tvær triðju viðgerðir av lógaruppskotum í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum rúsandi evni.
Síðani eru átta mál til fyrstu viðgerð. Teirra millum eru uppskot um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald, ein løgtingslóg um kóp og eitt uppskot um at flyta umsitingina av heilsutrygdargjaldinum til TAKS.
Eisini skulu tingfólk viðgera uppskot um at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu, hækka fólka- og fyritíðarpensjónir og gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
Seinast á skránni eru uppskot um at greina og avmarka peningastreymin úr Føroyum vegna útlendskan ognarskap og útlendska arbeiðsmegi, og um at tryggja føroyskt framleiddum vørum atgongd til íslendska marknaðin.
