Í kvøld kl. 19.30 eru øll hjartaliga vælkomin til frumframsýning í Varpinum til heimildarfilmin “Tá týskurin bumbaði í Klaksvík”.
Søgan handan heimildarfilmin er at Andras Sólstein hevði eina framløgu á Skúlatrøð í 2015 har John William Joensen fekk hugskotið, at dokumeterað hendingina frá teimum, ið vóru vitni til bumbingina.
Í 2016 gjørdu John William og Ólavur Wolles upptøkur við nøkur av eygnavitnunum, sum vóru børn í oktober mánaða 1941, tá týskurin bumbaði Klaksvík.
John William heitti fyrr í ár á Kringvarpið um at liðugtgera heimildarfilmin og tað arbeiði hava Kári Sólstein og Hans Petur Hansen staðið fyri.
Fleiri av teimum fólkunum, ið greiða frá eru farin í dag, men eftir standa vitnisfrágreiðingarnar frá teimum, sigur Kári Sólstein við Norðlýsið
Heimildarfilmurin er 40 minuttir til longdar. Tónleikurin í sendingini er lokalur. Tað eru teir báðir Alvin Ellebye og Páll Sólstein sum hava gjørt tónleikin.
Á sjómannadegnum í 2015 hevði Andras Sólstein, søgufrøðingur eina framløgu um júst hesa hending.
