Løgtingið viðger uppskot um, at skip hjá Strandfaraskipum Landsins skulu frítakast fyri havna-, brúgva- og vørugjøld í kommunalum havnum.
Uppskotið er sera illa fyrireikað og hevur ikki verið gjøgnum røttu mannagongdirnar.
Tað skapar óneyðugt split millum land og kommunur, tí onki samskifti hevur verið millum partarnar um málið, áðrenn tað kom í tingið.
Landið roynir við lóggávu at broyta verandi avtalur og siðvenjur.
Uppskotið kostar fleiri kommunum nógvar pengar, sum fara at enda sum rokning hjá vinnu og borgarum í Føroyum.
Og allarhelst fer tað eisini at viðføra endurgjaldsmál fyri landið.
Eg hevði kanska kunnað fyrigivið nógvum av hasum, um mann so kom til okkurt ordiliga fantastiskt, men tað ger mann ikki.
Í veruleikanum er mest sannlíkt, at Smyril, Teistin, Sam, Ritan og Sildberin fáa trupulleikar at leggja at í Tórshavn, Klaksvík, Hvannasundi og á Sandi, tá ferðaætlanin sigur, at strandfaraskipini eiga at leggja at.
Tá verða brúkararnir av leiðunum veruligu tapararnir. Suðuroyingar, nólsoyingar, kalsoyingar, fugloyingar, svínoyingar, skúvoyingar og øll, sum fara til hesar oyggjar.
Tað er vánaligur politikkur.
Eirikur í Jákupsstovu
Vinnunevndarumboð fyri Tjóðveldisflokkin