Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Wenzel má sleppa Volvo fyri at yvirtaka Komfortbilar

Jóhann Lützen

Kappingarráðið hevur góðkent, at Wenzel yvirtekur ognirnar hjá Komfortbilum. Treytin er, at Wenzel frásigur sær Volvo-virksemið.

Wenzel hevði fingið eina ov ráðandi støðu á marknaðinum fyri premium-bilar, um felagið yvirtók ognirnar hjá Komfortbilum. Tað vísa greiningarnar hjá Kappingareftirlitinum.

Fyri at ganga hesum ivamálum á møti hevur Wenzel givið tilsøgn um at frásiga sær Volvo-virksemið. Við hesi treyt góðkendi Kappingarráðið yvirtøkuna 16. oktober.

Volvo-eigarar í Føroyum skulu tó framhaldandi hava atgongd til garantiservice og umvælingar, inntil ein onnur fyritøka hevur fingið góðkenning sum Volvo-verkstaður.

Kappingarráðið metir, at tilsøgnin hjá Wenzel er nøktandi og gongur kappingarligu ivamálunum í sambandi við yvirtøkuna á møti.