Í oddagreinin í sjálvum páskablaðnum tann 19. mars fremir Sosialurin eitt sniðálop á smærri sjúkrhúsini.
Nógv umtalaða meirnýtslan á Landssjúkrahúsinum verður brúkt undanførsla fyri at niðurleggja smærru sjúkrahúsini.
Blaðleiðslan sigur at størsti trupuleikin er at vit ikki hava ráð til trí sjúkrahús.
Høvuðsstaðarblaðið sigur víðari at skipanin við trimum sjúkrahúsum er eitt úrslit av ábyrgdarleysum politikki???
Tað var sama høvuðsstarpressa, sum ferð eftir ferð vísti á hvussu alt fór at gerast betri um Føroyar vóru eitt valdømi.
Hetta fór m.a. at hækkað støðið í politiska orðaskiftinum og vit fóru at fáa landspolitikarar ístaðin fyri lokalpoltikarar.
Tað má tí verða hugstoytt hjá sama miðlið at upplivað politiska veruleiknan har sjálvur oddaviti blaðsins – Føroya Løgmaður – er saman við allari samgonguni koyrdur fastur í politiskum ófriði og sokallaðum "lokalmálum".
Viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsið, er tað ein sannroynd at meirjáttanin á fíggjarlógini til Landssjúkrahúsið seinastu fimm árini svarar til samlaða kostnaðin fyri smærru sjúkrahúsini.
Vóru allir føroyskir sjúklingar savnaðir á Landssjúkrahúsinum – høvdu útreiðslurnar til føroyska sjúkrahúsverkið neyvan verið minni – men heldur størri.
Tað er beinleiðis skeivt, tá ført verður fram, at meira peningur til sjúkrahúsverkið gevur betri sjúkraviðgerð.
Tað sum politikarar heldur eiga at tora er at seta krøv til m.a. leiðsluna á landssjúkrahúsium – soleiðis at peningur til einhvørja tíð verður brúktur til tað hann er ætlaður til.
Sosialurin átti heldur at viðgjørt tær veruligu orðsøkirnar til at landssjúrkahúsið nú hevur brúk fyri meira pengini heldur enn at gjørt smærru sjúkrahúsini til svartaper.
Danska stjørnin hevur sett sær sum mál at eingin borgari í landinum skal hava meira enn ein tíma at koma fram til eitt gott sjúkrahús.
Verður síðani hugsað um møguligar neyðstøður, so er sjálvandi avgerandi neyðugt, at vegurin til sjúkraviðgerð er so stuttur sum gjørligt og at nevnda sjúkrahús er útgjørt til at taka sær av slíkari støðu.
NORÐLÝSIÐ




