Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Agga – ókeypis trygdarapp til smærri bátar – nú tøk hjá føroyskum útróðrarmonnum

Jóhann Lützen

Appin hjálpir fiskimonnum at fyrireika túrin og halda skil á trygdarmálum umborð — og ger teimum møguligt at gera árligu sjálvsýnina hjá Sjóvinnustýrinum av førum undir 15 metrum einfalda.

Agga leiðir útróðrarmenn gjøgnum egna kanning og váðameting av bátinum og útbúnaðinum, goymir trygdarupplýsingar á einum stað og bjóðar trygdarundirvísing og útbúgving fyri nýbyrjarar. Tá ein fiskimaður ger árligu kanningina av útbúnaði, samskifti og trygd bátsins gjøgnum Agga, lýkur hann samstundis krøvini um árliga sjálvsýn av smærri førum — Eftirkanningarlisti fyri árligt sjálvsýn av vinnuförum undir 15 metrar

Appin er ókeypis fyri allar føroyskar útróðrarmenn og er tøk á App Store og Google Play. Síðani fráboðanin um Agga kom í KVF-tíðindunum fríggjakvøldið (3. juli), hava næstan hundrað føroyskir útróðrarmenn longu tikið appina niður.

Agga er eitt úrslit av samstarvi við føroyskar partar og hevur staðið síðan í mai. Arbeiðið byrjaði á Atlantic Fair sýningini, tá Sjónám bjóðaði til fund við Sjóvinnustýrið og formannin fyri smábátafelagnum í Klaksvík.

Føroyska umsetingin er gjørd saman við Sjónám, við hjálp frá Sprotanum.

„Agga er stutt sagt ein hjálpandi hond áðrenn fráferð og á sjónum. Fyri tann siglandi, myndugleikan og familjuna,“ sigur Finnbjörn Vang

„Agga er lætt at brúka, við øllum trygdarupplýsingum beint á fartelefonini. Hon hóskar væl bæði til smærri vinnufør og frítíðarbátar, og ger trygdarumsjón umborð einfalda, praktiska og atkomiliga,“ sigur Debes Sivertsen, Leiðari, Sjónám

„Vit eru sera takksom fyri tað góðu móttøkuna, sum Agga hevur fingið í Føroyum, og fyri samstarvið við Sjóvinnustýrið, Sjónám og smábátafelagið í Klaksvík. Ætlan okkara er greið: at stuðla føroyskum útróðrarmonnum við einum einföldum trygdaramboði, sum hjálpir teimum at fyrireika seg væl, halda skil á trygdini og koma trygt heim til family sína,“ sigur Gísli Níls Einarsson, stovnari og stjóri av Alda Safety

Útróðrarmenn kunnu taka Agga niður ókeypis frá App Store og Google Play, ella beint frá heimasíðu okkara www.agga.fo,

Nærri upplýsingar um Agga eru at finna á agga.fo.