Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alfred Olsen vísti styrki

John William Joensen

John Dahl vann á Alfred Olsen í stríðnum um næstformanns sessin í Sambandsflokkinum.

Tá veljarafeløgini, starvsnevnd, ting- og landsstýrsifólk hjá Sambandsflokkinum, á landsfundinum í Hósvík í kvøld, høvdu atkvøtt, gjørdist endin tann, at John Dahl fekk 29 atkvøður meðan Alfred Olsen fekk 17 atkvøður.

Valevnini baði vóru samd um ikki at agitera á landsfundinum, so hvørgin teirra hevði orðið undan valinum.

Men eftir valið takkaði John Dahl fyri álitið, og tað var ein ikki sørt rørdur næstformaður, sum lovaði at gera sítt til, at Sambandsflokkurin fekk eitt gott val.

Tað, sum kanska serliga stendur eftir, var hvussu væl eysturoyartingmaðurin dugdi at taka ósigurin.

Hann takkaði fyri tíðina, sum næsformaður og gav Johan Dahl sín fullla stuðul. Tað má sigast at við hesum vísti Alfred Olsen sanna styrki, og Johan Dahl takkaði fyri tilsøgnina.

Síðani vendi Alfred fokusi burtur frá sær sjálvum og sendi eina serliga heilsan til Lisbeth L. Petersen, sum fyri stuttum boðaði frá at hon ikki stillar upp aftur. 

Hann heitti á fundarfólkið, um at geva henni eitt stórt klapp fyri tað stóra arbeiði hon hevði gjørt fyri flokkin. Tað var óførur fagnaður og Lisbet L. Petersen takkaði fyri tíðina, og legði enn einaferð dent á týdningin av at flokkurin royndi at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. 



Bjørn Kalsø á pallin

Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum heldur fram í morgin tá formaður flokksins leggur upp til politiskt orðaskifti.

Kl. 11:15 hevur Bjørn Kalsø eina framløgu og fundurin heldur fram út á seinrapartin.

Um kvøldið verður flokksveitsla.