Løgtingsformaðurin fekk ikki álitið frá Vinnunevndini um nýggja skipan fyri fiskivinnuna í dag, sum hann annars bað um. Men í staðin kom álit um málráð, nýtt havrannsóknarskip og bygging av Húsarhaldsskúla.

Tað tykist sum um at løgtingsformaðurin var ikki nøgdur við støðuna, tí hann speirak eitt sindur við hví tað hevði so stóran týdning at fáa eitt álit um húsarhaldsskúla fyri tingið nú.
Løgtingsformaðurin settir málráðið á skrá fyri tingfund týsdagin, men Húsarhaldsskúlin og Havrannsóknarskipið mugu bíða til seinri tingfundir.
Løgtingsformaðurin hevði annars ætlað at havt møguligar aðruviðgerir í dag, men tað bleiv av ongum og tinginfundurin niðurlagdur eftir 10 minuttir og nýggjur tingfundur lýstur at verða mánadagin.