Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa

Synergi

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2017, verður avdúkað fríggjadagin 27. januar kl. 16.00 á leiðaradegnum á Hotel Føroyum.

Kjósanin verður víst LIVE á facebook síðuni hjá Synergi.

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2017

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørjir Ársins leiðarar 2017 verða, hevur nú funnið fram til 3 sterkar topp-kandidatar.

3 innan tað privata og 3 innan tað almenna – kandidatarnir eru hesir:

Topp 3 kandidatar innan tað almenna

Edvard Heen, Almannaverkið

Hedvig Johansdóttir, Dugni

Hilmar Eliasen, Strandfaraskip Landsins


Topp 3 kandidatar innan tað privata

Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar sleipistøð

Johannes Jensen, Gist og Vist

Rógvi Róin, Petur Larsen


Dómsnevndin

Í dómsnevndini sita Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Johanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog og Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Limirnir sita í dómsnevndini í 2 ár.

Tema á degnum: Samráðing – Soleiðis fært tú succés í komandi samráðingum

Samráðing í orðsins breiðasta týdningi er tema á Leiðaradegnum 27. januar. Í veruleikanum so er onkur formur fyri samráðing í øllum samskifti millum fólk. Samráðing er ikki nakað sum gongur fyri seg millum 8-16, tað er ongantíð stongt og ongin kaffipausa. Sjálvt tað at taka persónligar avgerðir, kemur undir kategoriina at samráðast – tá samráðist tú bara við teg sjálva/n.

Skráin fyri dagin sæst HER!


Les alt um Leiðaradagin á www.leidaradagurin.fo

Tilmeldingarfreistin til Leiðaradagin er mikudagin 25. januar.

Harleyfacadeacryl