Svartkjaftaskipini eru einar 10 til 120 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni og har er ein stórur floti í løtuni.
Frá Atlantic Navigator frætta vit, at teir nú nærkast 800 tonsum av surimi og 200 tonsum av mjøli í lastini. Tað hevur gingið sera væl við fiskarínum hendan túrin, tí ídag eru 15 dagar síðani skipið fór til fiskiskap og roknað verður við at Navigator verður aftur á Klaksvík ímillum 5. og 8. mai, sum skilst so er prísurin á surimi brúkiligur í løtuni.




