Vísandi til herdu kappingina um føroyska sethúsafígging hevur BankNordik avgjørt at lækka umsitingargjaldið fyri realkredittlán við 0,20 prosentstigum til 1,50%.
Vísandi til herdu kappingina um føroyska sethúsafígging hevur BankNordik avgjørt at lækka umsitingargjaldið fyri realkredittlán við 0,20 prosentstigum til 1,50%.
Lækkingin í umsitingargjaldinum á verandi realkredittlánum veitt av BankNordik fær virknað frá næstu rentuáseting, sum er tann 1. oktober 2014. Lækkingin verður sjálvvirkandi sett í gildi fyri øll verandi realkredittlán.




