Alsamt fleiri fólk eru farin at søkja sær íbúð. Hesin vaksandi eftirspurningurin hevur ikki verið møttur við einum øktum útboðið og er hetta ikki ein ynskilig gongd. Á ymiskum miðlum síggjast alt fleiri umsøkjarar, sum leita sær eftir taki yvir høvdið, har tey annaðhvørt einki fáa ella noyðast at gjalda ein ovurhonds prís, hetta av tí væntandi útboðnum.
Pør, familjur, eldri og einstaklingar eiga øll rættin til ein bústað fyri ein sømiligan penga. Víðari eigur marknaðurin eisini at vera meiri fjølbroyttur, her verður hugsað um tørvin, har atlit verður tikið til stødd og príslegu.
Mítt ynski er, at fólk, sum vilja búsetast í Klaksvíkar Kommunu, skulu hava møguleikan til tess. Her má kommunan raðfesta tørvin, um ynski er, at fólkatalið framhaldandi skal vaksa. Slíkar ábøtur vildu gjørt, at fólk fingu fríðari ræsur at nýta pening til frítíðar- og mentanarlig tiltøk, hetta vildu bæði vinnan og mentanarlívið fingið ágóðan av.
Terja Ósá Sivertsen, valevni fyri Sosialtisk Ung – Javnaðarflokkurin.




