Í sambandi við altjóða samstarv hevur Blái Krossur Føroya júst havt vitjan av felagsskapinum “Drug Abuse Prevention Centre” úr Sankta Pætursborg, og hósdagin 21. mars vóru hesi á vitjan hjá Klaksvíkar Kommunu.
Í sambandi við altjóða samstarv hevur Blái Krossur Føroya júst havt vitjan av felagsskapinum “Drug Abuse Prevention Centre” úr Sankta Pætursborg, og hósdagin 21. mars vóru hesi á vitjan hjá Klaksvíkar Kommunu.
Hósdagin 21. mars 2013 var Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi Føroya, saman við Andrei Nevskiy frá felagsskapinum “Drug Abuse Prevention Centre” úr Sankta Pætursborg, á vitjan hjá borgarstjóranum og umboðum fyri býráðsumsitingina.
Ørindi teirra vóru at fáa kunning um, hvussu kommunan arbeiðir innan sosiala og fyribyrgjandi øki, herundir hvussu samstarvað verður
Vitjanin úr Sankta Pætursborg er í sambandi við, at felagsskapurin “Drug Abuse Prevention Centre” hevur tikið stig til eina verkætlan, ið hevur til endamáls at hjálpa teimum, sum eru um ein við rústrupulleikum.
Blái Krossur Føroya skal luttaka í hesari verkætlan við at luta royndir og førleikar, bæði frá Blákrossheiminum og verkætlanini “Øll hava rætt til góð barnaár”.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tók ímóti gestunum saman við Tummasi Eliasen, kommunustjóra, og John Færø, trivnaðarstjóra, og greiddu teir teimum frá arbeiði og samstarvi kommununnar innan sosiala og fyribyrgjandi økið.




