Anskar Hansen, málarameistari hevur staði fyri eini megnar sjálvbodnari verkætlan í KÍ-hølli. Eini verkætlan, sum helst kemur at koma øllum klaksvíkingum til góða.
KÍ fyllir 100 ár í ár og í hesum sambandi hevur felagið rættuliga brotið upp um armar á fleiri økjum.
Eitt av økjunum, sum ikki hevur verið nógv at hoyrt um, men sum kann fara at hava ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin kring vøllin, er verkætlanin, sum Anskar Hansen átók sær í fyrrverandi Lognbrá eftir áheitan frá KÍ.
Arbeiði er komið væl áleiðis og tað sást at tað eru fagfólk sum hava staði fyri arbeiðinum.
Norðlýsið var og vitjaði inni á gólvinum við myndatólinum og gjørdu eina samrøðu við Anskar sum verður prentað í blaðútgávuni sum kemur í sølubúðirnar í kvøld.




