Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dánjal Andreasen trekt seg sum formansvalevni

John William Joensen

Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar í morgun boðar formaðurin í FSF, Dánjal Andreasen, frá at hann ikki stillar upp til formanssessin á komandi aðalfundi hjá Fótbóltssambandinum.

Tíðindaskrivi:
Til Fjølmiðlarnar: Við hesum skal verða sagt frá, at eg taki meg aftur sum valevni sum formaður fyri FSF.
Avgerð mín er tikin av persónligum ávum, herundir orsakað av míni arbeiðsbyðru í mínum dagliga yrki.
Eisini er avgerð mín grundað á, at eg meti tað vera best fyri FSF, at feløgini standa saman um eitt valevni til aðalfundin. Eisini er tað mítt ynski, at mín persónur ikki skal verða orðsøk til stríðsspurningar innan FSF og út frá eini heildarmetan meti eg tað verða best fyri áhugamálini hjá FSF, at tað ikki verður stríðsval um á komandi aðalfundi í FSF.