Dansihugni er felag í Klaksvík, sum hevur til endamál at dansa og undirvísa í fólkadansi. Dansað verður í fimleikarhøllini við Skúlan á Ziskatrøð hvørt sunnukvøld alla vetrarhálvuna. Frá kl. 19.30 -20.30 verður undirvíst í vanligum enskum dansi, foxtrot, valsi og polka. Frá kl. 20.30 – 22 verður undirvíst í fólkadansi.
Hin 3. mai var aðalfundur, har nýggj nevnd varð vald. Nevndin hevur nú skipað seg við Marna Isaksen sum formanni, Fischer Johannesen sum næstformanni, Jan Danielsen sum kassameistara, Jonni Isaksen sum skrivara, Jóhonnu Hansen sum nevndarlimi og Susan Jacobsen sum varalimi.
Byrjað verður aftur at dansa 13 . september kl. 19.30. Felagið ynskir at fáa so nógvar nýggjar dansarar við sum gjørligt til komandi dansiár.
Arbeitt verður við ymsum ætlanum fyri komandi dansiár. M.a. er ætlanin at skipa fyri eini uttanlandsferð, tá dansiárið endar. Hvagar farið verður, er ikki avgjørt enn.
Ætlanin er eisini at skipa fyri nøkrum hugnakvøldum, har dansifeløg úr øðrum pørtum av landinum verða boðin við, og ætlanin er eisini at vitja onnur feløg í landinum.
Dansihugni sigur í tiðindaskrivi, at tey venda aftur við nærri kunning áðrenn dansiárið byrjar aftur.
Nevndin




