Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Døgurðamatur úr fyrstafloks føroyskum útróðrarfiski

John William Joensen

Flakavirkið Norðfra, í Norðdepli, er í samstarvi við Norðurfisk í Árnafirði fari undir at virka beinfrítt flak og flak í rasp beinleiðis til føroyska húsarhaldið.

Tað verður oftað hildið at allir føroyingar hava lætta atgongd til fiskavørur og at hvørt húsarhald hevur frystiboksina fulla av ókeyps-fiskavørum. Men soleiðis er ikki longur.
Tað er nevniliga alt fleiri húski, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til fiskivinnuna. Útboðið av arbeiðsplássum á landi er jú vaksið munandi og í dag er tað rættuliga vanligt at bæði maður og kona arbeiða á landi.
Eisini er tilvirkingin av fiskavørum jú broytt munandi.
Í dag skal vøran tilvirkast eftir serligum reglugerðum, sum m.a. áseta at tað eru bert arbeiðsfólki á flakavirkjunum, sum hava atgongd til virkini. Hetta merkir so aftur at tað er truplari hjá føroyska húsarhaldinum at fáa fatur á fiskavørum.

Ein dreymur gerst veruleiki
Jógvan Høj, stjóri á Norðfra, sigur at tað at teir nú fara at selja liðugt gjørdan døgurðamat til heimamarknaðin hevur altíð verið ein dreymur.
– So vítt sum vit vita so er einki útsølustað í løtuni í Føroyum sum selur fiskavørur beinleiðis til heimamarknaðin og tað havi eg altíð hildið verið ein skomm fyri okkum sum framleiðarar.
Føroyingar innflyta í dag eina rúgvu av fiskavørum sum verða seldar á heimamarknaðinum og tí átti tað at borið til at framleitt føroyskar vørur til sama marknað.

Fyrstafloks vøra
Norðfra hevur lagt seg eftir at selja eina fyrstaflokksvøru. Talan eru um fyrstafloks, føroyskan útróðrarfisk.
– Í fyrstu atløgu verða tað tvey sløg sum vit fara at selja. Ein eskja við einkultfrystum hýsufløkum 4,5 kg og ein eskja 4 kg av raspaðum hýsufløkum sum eru sundurskorðin. Eskjurnar kosta 200 krónur og í hvørjari eskju eru umleið 25 døgurðar.
– Fiskurin frá okkum er ikki tann bíligasti men hann er góðska á hægsta stigi. Vit brúka bert fyrstaflokks útróðrarfisk so rávøran er í topp.

Skjótt at tilgera
Fiskur er tann vøran sum er skjótast og lættast at tilgera.
– Tá hugsað verður um at gera døgurða, eru frystu hýsufløkini frá Norðfra ein vøra sum er sera lætt at matgera við.
– Beinfríu hýsufløkini eru skorin í passalig stykkir og einkultfryst. Fløkini verða koyrd beinleiðis úr frystiboksini á pannuna ella inn í ovnin og eftir stuttari tilgerðartíð eru fløkini klár at eta. Verður kókað, ístaðin fyri steikt, tekur tað einar 5-8 minuttir frá tí at grýtan hevur fingið kókið aftur.

Selja til allar Føroyar
Stjórin á Norðfra, Jógvan Høj, sigur at 1/3 av føroyingum býr í høvuðsstaðnum og týsdagin 30. mars fara teir til høvuðsstaðin at selja.
– Vit hava ikki loyvi at selja út frá bilinum og tí mugu fólk ringja frammanundan og bíleggja. Bilurin koyrir so á nøkur ávís støð í høvuðsstaðnum har sum fólk síðani kunnu koma at avheinta.
– Hesa vikuna fara vit so at koyra út til Eysturoynna og Vágarnar.
Her í norðoyggjunum, har tað er koyrandi, hava vit koyrt út saman dag sum fólk bíleggja. Suðuroyggin og hinar oyggjarnar, sum ikki er koyrandi til, mugu vit eftir avtalu senda við Strandferðsluni.
Tey sum vilja bíleggja vøru frá Norðfrá kunnu ringja telefon 452144.


——–

Uppskrift til: 

Fiskafat við gularrótum og eplum

4 verðar

Uml. 700 gr hýsuflak (4 fløk)
4 stk. stór eplir
1 stk. stóran leyk
2 stk. stórar gularrrøtur
1 pk.  róma
2 spk. hveitimjøl
1 stk.  krafterning fiska- ella oksakraft
1 stk   krafterning grønnsagskraft
Olja/margarin
Mjólk
Kød & Grill  ella Krydderimix

Tilgerð:
Eplini  verða flust og skorðin flísar. Gularrøturnar flustar og rivnar til rákost og leykurin verður skorðin smátt. Koyr feitt á pannuna (olju/margarin) síðan leyk, gularrøtur og eplir, lat standa við passaligum hita í 8 min. Rør av og á.

Sós:
Koyr 25 gr. margarin, krafterningarnar og mjøl í eina grýtu. Hetta verður bakað upp við rómanum og síðan verður mjólk koyrd í, soleiðis at sósin verður sum tjúkk sós.
Tak eitt eldfast ílat og stoyt tilfari á pannuni á botnin. Legg fløkini omanyvir (óneyðugt at lata tiðna og at skera sundir) stoyt sósina niðuryvir. Koyr síðan eitt lag av "Kød & Grill" ella "Kryddermix" omanyvir.

Set í bakarovnin í 35 min á 180 °C

Sera vælegnað til at borðreiða í tartelettum.
Væl gagnist