Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dysturin í Póllandi endaði við einum teprum 2-1 sigri til Ukraina ímóti KÍ.

Oliver Joensen

Tað var ikki uttan dyst, at Ukrainar vunnu í Wroclaw ídag. Sera spennandi gjørdist til endan og stutt var frá at KÍ kvinnurnar javnaðu.

Kl. 15.05
Hitin liggur um 40 stig á vøllinum. Bæði liðini hava havt hvør sítt hornaspark, uttan tó at nakað mál er komið. Í stuttu tíðini, sum farin er av dystinum hevur ikki tann stóri munur verið at sæð á spælinum.

Kl. 15.15
Sum sagt, so er hitin øðiligur á Stadion Olympic í Wroclaw og tí royna føroysku kvinnurnar at taka ferðina úr dystinum. Ukrainsku kvinnurnar hava síðani vit frættu seinast havt tvey horna, men í hinum endanum bíta vit eisini frá okkum. KÍ-kvinnurnar hava havt tvey góð álop, sum tó ikki góðu málmøguleikar. Tað tykist sum um tær eru nógv darvaðar av nógva hitanum.

Kl. 15.30
Hálvur tími leiktur og støðan er framvegis 0-0. KÍ kvinnurnar hava havt fleiri møguleikar, har serstakliga tann eini kanska átti at havt givið mál.
Tað tykist sum um vandi er á ferð, hvørja ferð Bára og Rannvá brodera seg ígjøgnum í høgru síðu. Men tað tykist sum um alopið hjá okkum orkar illa at fylgja við, tá tað gongur skjótt hjá teimum báðum.
Annars gongur spælið fyri tað mesta fyri seg av miðjuni og fram ímóti 16 metrinum hjá okkum, men higartil hevur verjan staðið manniliga og málmaðurin Randi Wardum hevur havt ein sera góðan dag higartil.

Kl. 15.49
Dómarin legði fýra minuttir afturat leiktíðini í fyrra hálvleiki. KÍ-kvinnurnar høgdu júst eitt fríspark beint uttanfyri 16 meturin hjá Ukraine, men tá okkara leikari kom rennandi til bóltin og skuldi skjóta frísparkið, brígslaði dómarin hálvleikin av.
Tað hevur gingið eitt sindur hart á. Málmaðurin hjá okkum leyp upp eftir bóltinum og lendið á rygginum, so hon mátti fáa viðgerð. Malena Josephsen og Ragna Andreasen hava eisini báðar ligið á vøllinum og hava havt viðgerð fyri neyðini. Men heimildarmaður okkara sigur, at tær tó sóu út til at hava tað gott, nú tær fóru til hálvleiks.
Ilt er at spáa um gongdina í seinna hálvleiki, men tað er onki yvir at dylja, at KÍ-hevur verið fyri stórum trýsti nú upp undir endan av hálvleikinum, tó uttan at Ukrainar hava megna at spælt seg til serligar málmøguleikar og vit hava sum sagt hildið málið reint.
Hitin er øðiligur og tí er kanska vandi fyri kreftunum hjá okkara kvinnum í seinna hálvleiki. Um tað hendir, so kunnu tær koma út fyri sorli, men latið okkum ikki vóna tað. Jón Harald hevur helst okkurt í skjáttuni at siga kvinnunum nú í hálvleikinum.
Vit fáa at síggja.


Kl. 16.10.
Rannvá Andreasen hevur skorað til 1-0. Rannvá fekk eina fríspæling um miðjan vøllin og setti ferð á sjálv, allan vegin fram ímóti málinum, og plaseraði bóltin hegnisliga við síðuna av málmanninum hjá Ukarine og í netið.
Vit eru á odda 1-0 og úr Wroclaw frætta vit at spenningurin er ikki til at halda út.

Kl. 16.25
KÍ kvinnurnar eru framvegis á odda ímóti Ukrainska kvinnuliðnum í Europa Cup dystinum í Wroclaw. Norðlýsið frættir, at ágangurin ímóti klaksvíksmálinum er ikki so ógvusligur sum hann var, stóran part av fyrra hálvleiki. Tað sær út til at okkara kvinnur hava sett seg í respekt eftir sera flotta málið hjá Rannvu Andreasen.
Knappir 20 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki.

Kl. 16.35
Ukrainar hava fingið sítt fyrsta mál, nú hálvur tími er farin av seinna hálvleiki. KÍ kvinnurnar spæla nú bert við einum áleypara og hava lagt seg aftur at verja.
Sum vera man, so er ágangurin ógvusligur nú og sagt verður úr Wroclaw at vit skulu vera heppin um vit koma ígjøgnum dystin við støðuni 1-1.
Men nú fáa vit at síggja, 15 minuttir eru eftir +møguliga yvirtíð hjá dómaranum og tað munnu helst vera langir minuttir hjá okkara kvinnum í 40 hitastigum.

Kl. 16.45
Ja, vit mistu á stokkinum. KÍ liðið hevur valt at fara í verjustøðu í seinna hálvleiki, men vit megnaðu ikki at standa ímóti trýstinum. Tá 39 minuttir vórðu leiktir av seinna hálvleiki løgdu Ukrainar seg framum við 2-1, eitt sera vakurt mál, tað seinasta, frætta vit úr Wroclaw.
Enn eru 6 minuttir eftir at leika, vit krossa fingrar.


Kl. 17.00
So var fyrsti dysturin hjá KÍ kinnunum í Europa Cup kappingini av. Hóast KÍ fyrst legði seg framum við einum frammúr máli frá Rannvu Andreasen, so megnaðu vit ikki at standa ímóti trýstinum í seinna hálvleiki, tá vit valdu at leggja okkum aftur at verja.
Tvær ferðir høvdu Ukrainar bóltin í netinum hjá KÍ og endaliga úrslitið gjørdist sostatt 2-1. Men tað var ikki uttan dyst. Tí í allarseinastu yvirtíðini hjá dómaranum, fekk KÍ eitt hornaspark, sum tvær ferðir bleiv lagt inn fyri og tað restaðu bert fáir millimetrar til vit javnaðu, men heppnið var ikki við okkum.
Sagt verður úr Póllandi, at KÍ kvinnurnar hava givið alt tær megnaðu og vóru fyri ongum nú aftaná dystin. Ferðaleiðarin segði í telefonini, at skipað varð fyri innkeypstúri ímorgin, men hann roknaði við at neyðugt bleiv at broyta hetta, soleiðis at kvinnurnar fingu ein dyggan blund og góða hvíld, til tær aftur hósdagin  skulu í eldin kl. 16.00 ímóti AZS Wroclaw.
Norðlýsið fer eisini at fylgja tí dystinum her á heimasíðuni.

Harleyfacadeacryl