Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiga at vísa privatum framleiðarum álit

Oliver Joensen

Millum annað tað, segði Jógvan Skorheim borgarstjóri, tá hann helt røðu við setanina á Búnaðarstevnuni í Klaksvík leygardagin.

Røðan hjá borgarstjóranum niðanfyri:

Góðan dag øll somul

Tað er mær ein stór gleði at bjóða tykkum øllum vælkomnum til Klaksvíkar á Búnaðarstevnu.

Hetta er triðju ferð, at vit savnast til Búnaðarstevnu, og lyklaorðini í ár eru háaktuell, bæði innan landbúnaðin, men eisini í øllum føroyska samfelagnum sum heild.

Nýhugsan, ferðavinna, sjálvbjargni og virðisøking. Øll eru tengd at hvørjum øðrum og virka allarbest í samspæl hvørt við annað. Akkurát sum allar oyggjarnar, ið tilsamans eru Føroyar.

Tað kann tykjast freistandi at deila landið upp í mótsetningar – bygdir, býir, meginøki, útjaðara og útoyggjar.

Men tað er ein sannroynd, at hvør sprekka í landinum er partur av størru heildini, og skulu vit mennast sum land, so má hædd takast fyri allari heildini.

***

Ferðavinnan er í risastórum vøkstri, og tað er sjálvandi gleðiligt. Talið á útlendskum ferðafólkum veksur hvørt ár, og vit føroyingar eru eisini farnir at ferðast meira í egnum landi fyri at síggja og kenna stórfingna náttúrutilfeingið betri.

Hetta gevur okkum bæði møguleikar og avbjóðingar, sum vit skulu taka í størsta álvara. Vit mugu hugsa um burðardygga ferðavinnu.

Tí er tað altavgerandi, at vit sum skjótast menna okkara ferðavinnu, soleiðis at vit í framtíðini eisini kunnu njóta ágóðan. Bæði av teimum mongu ferðafólkunum og tí, sum tey koma fyri at síggja: okkara náttúru og mentan.

Skulu vit síggja nýhugsan, sjálvbjargni og virðisøking innan ferðavinnuna, so hevur tað stóran týdning, at allir aktørar verða hoyrdir og tiknir við uppá ráð – bóndirnir á útoyggj eru líka stórur partur av heildini, sum strategisku toymini í høvuðsstaðnum, og báðir partar mugu spæla saman í framburðinum.

***

Evnini fyri Búnaðarstevnuna í ár hava eisini fingið meg at hugsa um fantastisku søguna um KOKS, sum fyrr í vikuni fekk fyrstu Michelin-stjørnuna nakrantíð til Føroya. Hugsjónin aftanfyri matstovuna kann vera til stóran íblástur, tá vit tosa um nýhugsan og virðisøking.

Við at dyrka og krydda føroyska matmentanararvin við nýhugsan á altjóða støði, er Michelin-matstovan eitt frálíkt dømi um, hvussu ríkt tilfeingi vit eiga í jørðini, haganum og sjónum.

At matstovan í løtuni heldur til í Kirkjubø, ger tað uppaftur greiðari, hvussu stórt virði er í smærru bygdunum, har tú kanst vera eitt við náttúruna.

Eg eri sannførdur um, at møguleikarnir fyri framleiðslu av føroyskum mati til sølu skulu betrast.

Hetta skal sjálvandi ikki ganga útyvir góðskuna, men heldur enn at køva íverksetanarhugin við reglum og avmarkingum, eigur skipanin at vísa privatum framleiðarum og veitarum álit, soleiðis at nýhugsanin, sjálvbjargnið og virðisøkingin fær best møguligar fortreytir.

***

Evnini, sum eg taki upp her, verða gjøllari viðgjørd í framløgunum, sum eru á skránni her í dag. Framløguskráin sær imponerandi út, bæði í dygd og fjølbroytni, og vit kunnu óivað gleða okkum til at hoyra og læra meira um øll tey evnini, sum fólk við fakligum kunnleika og áradrúgvum royndum fara at greiða frá.

Pallborðsfundurin í kvøld verður óivað eisini áhugaverdur og viðkomandi, tí bæði evnið – sjálvbjargni og virðisøking – og luttakararnir boða frá kvaliteti.

Enn einaferð hjartaliga vælkomin til á Klaksvíkar á Búnaðarstevnuna 2017, sum hervið er sett.

Takk fyri.

Harleyfacadeacryl